Føroysk skip fiskaðu sambært Fiskiveiðieftirlitinum 42.106 tons av upsa undir Føroyum í 2004. Av hesum vórðu 35.056 tons landað í Føroyum, og 7.050 tons landað uttanlands.
Sambært útflutningshagtølum hjá Tolleftirlitinum, vórðu 9.310 tons av rundum, feskum upsa útflutt í fjør. Tað eru 26,56 prosent, ella ein góður fjórðingur av tí, sum landað varð í Føroyum í fjør. Higartil í ár eru 1.964 tons av rundum, feskum upsa send av landinum.
Av rundum, frystum upsa vórðu í fjør útflutt góð trý tons. Higartil í ár vísa tølini, at 540 tons eru farin av landinum.
Tann upsin, russararnir keypa, verður skrásettur sum rundur, frystur fiskur.
Í fjør vórðu útflutt 6.361 tons av frystum, og 1.153 tons av feskum upsaflaki.
Higartil í ár eru farin 1.992 tons av frystum, og 402 tons av feskum upsaflaki farin av landinum, vísa hagtølini.