Útgávukonsert um fortíðina í LGBT

Leygardagin fer Heiðrikur á Heygum at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum við nýggju plátu síni, »Funeral«. Hann hevur bólk við sær úr Íslandi, og Lea Kampmann fer at hita upp til konsertina, sum byrjar klokkan 19:30.

 

Norðurlandahúsið skrivar soleiðis:

 

»Útgávan snýr seg um fortíðin hansara, sum LGBT í Føroyum. Vakra og livandi røddin hjá Heiðriki dregur okkum við á eina sorgblíða, konfronterandi og eisini eitt sindur stuttliga ferð við íblástri úr jazzi og fólktatónleiki frá 20’unum og 50’unum. Við á útgávuni er vokalbólkurin KATA, Janus Ramussen úr BYRTA, sum hevur framleitt.«