Útgávukonsert við Gipsy Train

 

Leygarkvøldið verður útgávukonsert við sigoynara-rokk bólkinum Gipsy Train í Tøting. Umframt Gipsy Train, framførur eisini ein sera áhugaverdur nýggjur bólkur, ið kalla seg Dead Beat.

 

-Fyri bert einum ári síðani, stóð hesin nýggi bólkurin Gipsy Train, á palli fyri fyrstu ferð í Tøting, eingin kendi teir, eingin visti hvat kundi væntast av hesum unglingum, men tá konsertin var av, stóð fólkafjøldin í undran, og lógvabrestirnir vóru øgiligir, tí Gipsy Train var einki annað, enn ein opinbering. Nú, bert eitt ár seinni, er bólkurin komin við teirra fyrstu fløgu, "The Flying Dutchman", greiða fyrireikarar av konsertini frá.

 

Gipsy Train er mannaður av unglingum úr bæði klassiska og rútmiska tónleikaumhvørvinum. Allir hava teir til felags at brenna fyri at spæla konsertir - at boða teirra boðskap út til alt og øll. Tónleikurin er ein blanding av sigoynaratónleiki og reinum rokki við íblástri frá ska og reggae.

 

-Framførslurnar hjá Gipsy Train eru sum eitt sigoynaratok. Tokið stendst av fleiri vognum við ymiskum nærliggjandi tónleikasjangrum, og koyrir fyri fullum blussi við reinari, karismatiskari og skitnari umpaorku sum brennievni, siga fyrireikarar.

 

Manning:

Bárður Næs (sang)

Rasmus Borðoy (sang og gittar)

Ólavur í Búrstovu (keyboard, klarinett, melodika og sang)

Vidar Dahl (trompet)

Sjúrður Zachariasson (saksofon)

Ólavur á Skipagøtu (bass)

Hans Andrias Gregoriussen (trummur)

Trygvi Danielsen (kór)

Regin í Dali (kór)

 

The Flying Dutchman fæst til keyps á konsertini í Tøting.

 

Tað allar nýggjasta á føroyska tónleikapallinum er rokk-bólkurin Dead Beat.

 

Leygarkvøldi fara Pætur Zachariasen, Petur Háberg, Bartal Augustinussen og Andreas Dalsgaard, fyri fyrstu ferð á pall í Tøting, við teirra nýggja bólki.

 

Konsertin byrjar kl. 20.30

Atgongumerki fáast við dyrnar.

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.