Í kvøld verður forkunnug útgávukonsert við Kaj Klein. Fløgan, »Í andglettinum«, er seinasta fløgan í eini triologi, har tann fyrsta »Hálvt frá hálsi« kom út í 2005 og tann næsta, »Úr maskinrúminum«, kom út í 2007.
Á »Hálvt frá hálsi« tolkaði Kaj Klein nýklassikarar og »Úr maskinrúminum« var talan um løg til yrkingar hjá Tóroddi Poulsen. Triðja fløgan, sum verður hátíðarhildin við útgávukonsertini í kvøld, er egin løg burturav.
- Eg gleði meg øgiliga nógv av spæla aftur í Havn. Tað er alt ov langt síðani. Men afturfyri havi eg savna ein bólk, sum ger bíðitíðina tað verda, sigur Kaj Klein.
Við sær í Sjónleikarahúsinum í Havn í kvøld, har konsertin verður, hevur Kaj Klein nevniliga góða manning. Palle Hjorth Klaver og Rune Kjeldsen eru partur av hesi, men spæla annars við Savage Rose. Henrik Poulsen og Søren Poulsen, sum eisini eru við, spæla vanligt saman við Peter Sommer og so kemur Maria Guttesen at syngja kór.
Dyrnar til konsertina í Sjónleikarahúsinum í kvøld lata upp klokkan átta.
Mynd: Kej Klein á palli á Asfalt í 2009 (Mynd: Rólant Waag Dam)