Útgjaldið úr ALS hækkar

Lógin um ALS er nú lýst og hevur virknað beinanvegin. Ein av mongu broytingunum er, at útrokningargrundarlagið verður 80% av móttiknu a-inntøkuni síðstu 12 mánaðirnar, tó so at útgjaldið í mesta lagi kann vera kr. 20.000 kr um mánaðin. Hetta merkir, at útgjaldið møguliga hækkar hjá fleiri, sum fáa útgjald úr skipanini í dag ALS lógin var lýst í gjár 11. juni 2009, og fór beinanvegin í gildi.

- Við nýggju ALS skipanini hava Føroyar eina hina bestu arbeiðsloysisskipanina í heiminum. Feløgini í Samtak eru sera fegin um broytingarnar, sum veruliga fara at lætta um hjá teimum sum eru ella sum møguliga gerast arbeiðsleys, eisini er fiskavirkisskipanin betrað og sjófólk, ið ikki fáa starvast í longri tíð vegna umvæling av skipinum, kunna nú fáa úr ALS, sigur Samtak.

Í løtuni eru 910 fólk skrásett sum arbeiðsleys.