Leygarkvøldið 25. apríl spælir danski bólkurin Thalie Dror Band á Skarv í Keypmannahavn, og manningin hevur royndir úr kendum donskum bólkum Við í bólkinum eru sangarinnan Thalie Dror, Henning Pedersen á gittar, Jens Simonsen á bassi og Casper Foss á trummum. Hetta eru dugnaligir og royndir tónleikarar, sum hava spælt við bólkum sum Hotel Hunger, Anne Linnet, Danser med Drenge, Stakkels Jim, Angu og Pockets. Thalie Dror hevur fleiri ferðir spælt á Skarv, og hava tey veruliga sett lív í við tónleiki frá Led Zeppelin, Rolling Stones og líka til Allanis Morisette.