Í filminum The Devil Wears Prada eru vit í New York - í einum heimi, ið er sum vit kenna hann frá Sex and The City, har trendy rík fólk kappast um at keypa dýrastu klæðini. Miranda Priestly (Meryl Streep) er stjórin fyri leiðandi mótablaðið í landinum. Unga blaðkvinnan Andy skal arbeiða sum assistentur fyri Mirandu, og tað er evnið í filminum. Filmurin er undirhaldandi, og tað, sum ger hann rættiliga góðan og stuttligan, er, at hann hevur ein so góðan leikara sum Meryl Streep í høvuðsleiklutinum. Kanska meiri ein damufilmur enn ein fyri menn. Við á DVD-útgávuni er ymiskt gott eykatilfar.
4 stjørnur av 6.