Hans Edward sigur, at tað ikki ordiliga gekk upp fyri honum, hvussu væl tað hevði gingið hjá teimum, fyrr enn hann sá sendingina og sá, hvussu nógvir góðir bólkar høvdu roynt at sloppið við. Dómarar í kappingini eru amerikanska songkvinnan Anastacia og Olivier Behzadi, sum júst er farin frá sum A&R stjóri hjá Sony. Tey lótu sera væl at demobandinum hjá The Dreams og hildu, at hetta var ein bólkur, sum kundi koma langt.
Tað er ordiliga gott, at hoyra sovorðið frá einum sovorðnum sum Olivier, tí hann livir av at finna bólkar sigur Hans Edward. Tey kallaðu okkum eina kollvelting, tað hoyra vit ikki hvønn dag, og tá tað so kemur frá teimum, so er tað er tað ordiliga kul.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fyrstu døgnini
Fyrsti partur av sendingini var um fyrstu døgnini. Man sá demobondini hjá bólkunum, og fyrstu kappingina, har allir bólkarnir skuldu gera sína heilt egnu tolking av Anastacia lagnum My love is on the line. Hans Edward sigur, at tað altíð er nemt hjá teimum at gera sangir, og hetta var einki undantak. Teir brúktu umleið 10 minuttir, so var tolkingin liðug. Hann sigur, at meðan hinir bólkarnir skeldaðust um hvussu tað skuldi gerast, so kundu The Dreams venja sangin.
Tolkingarnar gjørdust eisini sera blandaðar upplivingar. Anastacia og Olivier søgdu so bólkunum hvat teir áttu at broyta, og hvat var gott. The Dreams fingu at vita, at teir bara skuldu halda áfram við at gera akkurát tað, sum teir gjørdu
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nógv trýst.
Men hóast alt rósið og tey vøkru orðini, so sigur Hans Edward, at tað var øgiliga intenst at standa og bíða eftir avgerðini. Hann sigur, at hann var sannførdur um, at teir ruku heim. MTV dugdi væl at gera tað spennandi, so har var nógv trýst á bólkarnar.
Men tá avtornaði vóru tað týski bólkurin indie-rokkbólkurin Leo can dive, og hálendski funk-garage-rokkbólkurin Zzyke sum vórðu sendir heim. Hans Edward sigur, at hetta vóru júst teir bólkarnir, sum The Dreams høvdu fylgst við fyrstu dagarnar, so tað var eitt sindur keðiligt, at teir skuldu fara so tíðliga, tí teir vóru vorðnir væl við teir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Lívið er eitt sindur broytt
The Dreams, er ein bólkur, sum er sprottin úr punkbólkinum Zink. Zink luttók á Prix Føroyum fyri tveimum árum síðan, og hevur síðan givið eina fløgu út. Bólkurin gjørdist ongantíð nakað stórt navn á føroyska tónleikapallinum. Men tá bólkurin varð til The Dreams, og knappiliga vann sær luttøku í eini MTV kapping, gjørdust teir tríggir limirnir kend andlit í Føroyum. Beinleiðis avleiðingin var luttøka á nógvum konsertum og festivalum í summar.
Men sambært Hans Edward fylgir eisini annað við, tað kennist t.d. ordiliga løgið at ganga runt í Havn, smágentir koma yvir og siga hey, og fullir menn vilja práta við teir. Tað byrjaði ordiliga, beint tá fyrstu lýsingarnar fyri A cut vóru á MTV. Men hann heldur tað vera kul.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$MTV konsert í Havn
Í sambandi við, at sendirøðin er byrja á MTV, fer The Dreams at spæla konsert í Tinghúsgarðinum hósdagin klokkan 17.00, her verður ivaleyst høvi at hoyra tolkingina av Anastacia lagnum, og øll hini frálíku løgini hjá punkbólkinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$MTV Europe
MTV hevur serstøðir í Svørríki, Danmark, Noregi og Finnlandi, og so vanliga MTV Europe, sum m.a. Televarpið sendur. Skráin er ymisk, á ymsu støðunum, men á MTV Europe, verður sendingin endursend kl. 17.00 mikukvøldið og hóskvøldið, næsti partur verður sambært MTV sendur fríggjakvøldið kl. 17.00.