Føroyingar skulu verða stoltir av The Dreams. Tað heldur framleiðarin hjá teimum, nú The Dreams liggja ovast á donskum hitlista, og spældu útselda konsert um vikuskiftið Tað gongur strúkandi hjá føroyska rockbólkinum The Dreams í Danmark.
Um vikuskiftið kom The Dreams beinleiðis sum nummar 1 á Boogie-listan hjá Danmarks Radio við nýggju stakfløguni Backstabber.
Hetta er triðju ferð, at The Deams koma beinleiðis inn á ovasta plássið á Boogie-listanum, sum er ein sjónvarpshitlisti fyri ung.
- Tað gongur bara betur og betur hjá The Dreams, og føroyingar skulu verða stoltir av teimum. Teir klára seg rættiliga væl í løtuni, sigur Chief 1, framleiðari hjá The Dreams.
Leygarkvøldið spældi The Dreams til konsert í spælistaðnum Vega í Keypmannahavn, og har gekk eisini avbera væl hjá føroyska bólkinum. Útselt var til konsertina, og gott lív var í áhoyrarafjøldini.