The Ghost spøkir á Asfalt

Hóast navnið The Ghost, ið Asfalt kunnger í dag, ikki telist millum tey best kendu í føroyskum tónleiki, so er oddamaðurin Filip Mortensen longu eitt kent andlit og rødd Filip hevur, sum oddamaður í sera vælumtókta bólkinum, The Story Ends, gjørt vart við seg. Hansara sjarma hevur bjarga fleiri konsertum, tá The Story Ends ikki sum bólkur annars hevur megna at liva upp til nógva hypið.

 

Í elektroniska bólkinum The Ghost hevur Filip Mortensen kasta saman við Urbanusi Olsen. Bólkurin varð stovnaður í januar mánaði í ár og hevur bert spælt eina konsert í Losjuni í Gøtu. Hann er øðrvísi og óføroyskur, skrivar Asfalt í tíðindaskrivi. Bólkurin er fyrst og fremst sermerktur við, at tað, ið verður gagnnýtt á palli, er bara ein telda og tveir gittarar. Hetta er ikki heilt vanligt í føroyskum høpi. Tað er mestsum bert Gulli Johannesen, ið hevur roynt seg á hesum økinum.

 

Men við røddini og sjarmuni hjá Filip verður bólkurin beinanvegin áhugaverdur. Bólkurin er í løtuni í upptøkuhølum og biksast við nøkur løg, men teir báðir Filip og Urbanus hava lovað at geva sær stundir til eisini at spøkja á Asfalt. Vitjið ungu menninar á Myspace.com/theghostband1.