The Holmes Brothers í Tøting

Teir hava tikið upp ella túrað saman við Bob Dylan, Van Morrison, Bruce Springsteen, Patti Smith, Willie Nelson, Lou Reed, Peter Gabriel, Merle Haggard, Keith Richards, Al Green, Ben Harper, Lucinda Williams, Steve Earle, Levon Helm, Rosanne Cash, Joan Osborne og mongum øðrum. Tann 30. september er møguligt at hoyra teir á eksklusivari konsert í smáu hølunum hjá Tøting í Syðrugøtu.

 

Holmes brøðurnir spæla gospel, blues, soul og country, sum fer beint í hjartað.

 

Teir tríggir limirnir í bólkinum eru brøðurnir Wendell og Sherman Holmes, ið spæla ávíkavíst gittar og bass, og so trummuleikarin Popsy Dixon.

 

Sherman og Wendell Holmes voksu upp í baptisaumhvørvinum í Virginia, og sungu frá ungum árum við í kirkjukórinum. Teir byrjaðu at spæla saman við Popsy Dixon í

ymiskum bólkum í 70unum til teir í 1979 stovnaðu sín egna bólk, The Holmes Brothers.

 

The Holmes Brothers spæla bæði egin løg, tøkuløg og traditionel løg. Alt frá sálmum til Bob Dylan til Hank Williams til Stewie Wonder til egin løg.

 

Teir hava verið tríggjar ferðir í Føroyum fyrr - eina ferð á gamla Jazz- Fólka- og Bluesfestivalinum, einaferð á G! Festival (2006) og einaferð í Losjuni í Gøtu (2008). Hesa fjórðu ferð vitja teir hugnaligu Tøting hølini, har Grót hevur skipað fyri konsertum í umleið eitt ár.

 

The Holmes Brothers hava vunnið eitt ótal av virðislønum og hava spælt á fleiri av størstu og kendastu sjónvarpsshowunum so sum David Letterman, Conan O Brian og

fleiri.

 

Tað vera einans seld 90 atgongumerki til hesa konsertina. Atgongumerki fáast á nýggja nethandlinum hjá G! Festival – www.shop.gfestival.fo – ella við at skriva til [email protected]

 

 

Hesum boða fyrireikarar frá í dag.