The Night We Call it a Day er ein góð komedia við millum annað Dennis Hopper sum Frank Sinatra og Melanie Griffith sum elskarinnan hjá honum. Søgan gongur fyri seg í 1974 í Australia, har tónleikafyriskiparin Rod fær Frank Sinatra at koma og syngja, men alt gongur púra galið. Frank er fullur og fornermar alt landið. Filmurin er vælgjørdur, og DVD-útgávan er eisini nøkunlunda, men hetta er tó einki meistaraverk.
4 stjørnur av 6