The Rasmus endar langt burturi

Tá rockbólkurin The Rasmus kemur til Føroya at spæla á Summar Festivalinum fríggjakvøldið, verður tað ein av seinastu konsertunum á verandi konsertferð, sum hevur vart mest sum eitt heilt ár.
Eftir framførsluna í Klaksvík skal The Rasmus spæla konsertir í londum sum Finlandi, Belgia, Ungarn og Kekkia, og konsertferðini hjá teimum endar við eini konsert í Dominikanska Lýðveldinum tann 19. august.