Tvær 1/8 finalur í Champions League verða spældar í kvøld Í Milano spælir Thierry Henry sín seinasta dyst fyri Arsenal har AC Milan tekur ímóti. Í hinari 1/8 finaluni í dag tekur Zenit móti Benfica.
Arsenal og Arsene Wenger hava góðar royndir í Milano. Millum annað vann Arsenal móti júst AC Milan í Champions League í 2008. Arsenal hevur somuleiðis vunnið á Inter Milan í Milano í Champions League.
Hetta er somuleiðis seinastu ferð, at Arsenal viðhaldsfólk fáa høvið at síggja Thierry Henry í eini Arsenal troyggju. Leigusáttmálin við New York Red Bull gongur út eftir dystin í kvøld. Thierry Henry er nú 34-ára gamal og tað tykist ósannlíkt at ein líknandi leiguavtala verður gjørd komandi ár.
AC Milan liggur í løtuni fremst í Seria A. Zlatan Ibrahimovic hevur undan dystinum sagt, at Arsenal skulu ræðast AC Milan í kvøld. AC Milan vann Champions League seinast í 2007.
Hin 1/8 finalan í dag byrjar longu klokkan 17:00. Dysturin er millum Zenit og Benfica.
Champions League 1/8:
14/2(í gjár):
Bayern Leverkusen Barcelona 1-3
Lyon Apoel Nicosia 1-0
15/2:
Zenit Benfica (17:00)
AC Milan Arsenal (19:45)
21/2:
CSKA Moskova Real Madrid (17:00)
Napoli Chelsea (19:45)
22/2:
FC Basel Bayern Munchen (19:45)
Marseille Inter Milan (19:45)