Íslendski landsrætturin hevur í dag staðfest dómin á 19 ára fongsul, sum grønlendingurin, Thomas Møller Olsen, fekk, tá hann í fjør varð kendur sekur í at hava dripið íslendsku gentuna, Birnu Brjánsdóttir, hin 14. januar í fjør.
Íslendskir miðlar skriva, at hin dømdi ikki var til steðgar í rættarsalinum í dag, tá dómurin varð sagdur. Sjálv dómsviðgerðin fór fram í landsrættinum hin 29. oktober, tá Thomas Møller Olsen legði fram sína frágreiðing.
Í sínari dómsviðgerð segði ákærin, Sigríður Friðjónsdóttir, at hon ikki helt, at rímiligur ivi var um skuldarbyrðuna.
Undir kærumálinum royndi Thomas Møller Olsen at leggja skuld á ein annan av manningini umborð á trolaranum Polar Nanoq, sum hann var við um hetta mundi, tá trolarin lá á Hafnarfjørðinum í Íslandi.
Men, hetta tók landsrætturin ikki sum góða "vøru", tí persónurin, sum Thomas Møller Olsen royndi at leggja skuldina á, fór úr bilinum feigdarnáttina og umborð aftur á Polar Nanok.
Kanningarnar hjá íslendsku løgregluni vísa, at tá skipsfelagin hjá drápsdømda fór umborð aftur á skipið, koyrdi Thomas Møller Olsen avstað aftur við Birnu Brjánsdóttir í bilinum.
Hann steðgaði bilinum á øðrum staði á havnaøkinum í Hafnarfjørðinum, og tað er her, at løgreglan metir, at Thomas Møller Olsen gjørdi seg inn á ungu íslendsku gentuna, sum eftir hetta varð tveitt í havið á øðrum staði.