Nýbygningur
Tá seinni nýbygningurin hjá Thor í Hósvík fór av bakkastokki á Skála leygardagin, vóru tey, sum umboða felagið, væl mannaði undir hátíðarløtuni. Brøður, foreldur og starvsfólk hjá Thor vóru á Skála saman við arbeiðsfólki og leiðslu á Skála Skipasmiðju. Nógv onnur áhugaði vóru eisini til steðar hendan góðveðursdag.
- Vit vóru sera væl nøgd við løtuna, sum vit halda eydnaðist til fulnar, siga tey á skrivstovuni hjá Thor.
Á skipssíðuni á nýbygninginum stendur navnið Thor Omega, men hátíðarløtan, tá skipið alment verður navngivið, verður ikki fyrr enn til heystar, tá skipið verður latið eigarunum.
- Í okkara verð er hetta nýbygningur nummar 57 á Skála Skipasmiðju. Um vit helst vildu, at navnið verður dult til dópsdagin, høvdu vit breitt útyvir navnið.
Dagurin, tá hesin seinni nýbygningurin verður latið eigarunum, er settur til 14. september í ár, og mangt bendir á, at tíðarætlanin fer at halda.
- Um ein lítlan mánaða fer skipið niður til Assens í Danmark til sandblásingar, metallisering og málingar, og tá hetta arbeiði er liðugt, og skipið er komið heimaftur, verður almenna navngevingin og handanin, siga tey í Hósvík.
Hin fyrri nýbygningurin hjá Thor á Skála Skipasmiðju, Thor Alpha, sum varð latin eigarunum tíðliga í hesum árinum, er nú á veg úr Meksikanska Golfinum og í Norðsjógvin.
- Vit hava verið stak væl nøgd við Thor Alpha, sum er nýbygningur á Skála Skipasmiðju nummar 56. Skipið hevur roynst sera væl, og vit ivast onga løtu í, at vit fáa eitt eins gott skip í nýbygningi nummar 57.
Enn er ikki endaliga gjørt av, hvar nýggja skipið hjá Thor fer at sigla, men virksemið hjá felagnum er “world-wide” innan offshore og support, sum tað verður rópt á fakmáli.
Á skrivstovuni hjá Thor eru tey sera fegin um, at hesi skip kundu smíðast á føroyskari skipasmiðju.
- Vit hava fingið eitt serstakliga gott handverk. Hóast póllendingar hava staðið fyri meginpartinum av stálarbeiðnum, er einki at ivast í, at slíkar verkætlanir eru við til at bera føroyska vinnu fram, samstundis sum hetta gevur samfelagnum nýggjar møguleikar og avbjóðingar.
Alternativið til avtaluna millum Skála Skipasmiðju, Landsfelag Handverkaranna og pólsku skipasmiðjuna hevði verið, at skrokkurin varð smíðaður í Póllandi ella øðrum landi.
- Nú er alt arbeiðið í staðin gjørt her heima, og tað gevur positivar ringvirkningar í samfelagnum.
Tá Thor Alpha varð navngivin og latin eigarunum, vórðu nógv rósandi orð søgd um avtaluna, sum Landsfelag Handverkaranna á sinni gjørdi við Skála Skipasmiðju.
- Uttan hesa avtalu og forstáilsi millum partarnar, vóru Thor-skipini ikki smíðaði á føroyskari skipasmiðju, vóru fólk samd um.
Á skrivstovuni hjá Thor í Hósvík siga tey, at tað hevur verið nakað dýrari at smíðað skipini í Føroyum, men afturfyri hevur felagið fingið eitt dygdargott handverk.
Thor í Hósvík hevur út við 400 fólk í starvi í fiski-og frálandavinnu, og á skrivstovu felagsins starvast eini 20 fólk.