Thor: Kreppan ein harður kampur

Í frálandavinnuni hómar Thor-samtakið ávísa uppgongd, og í fiskivinnupartinum verður arbeitt við at fáa nýggjari og betri skip.

Í temanum um sjóvinnu, sum er í Sosialinum í dag, er eisini prát við reiðaran í Thor-samtakinum í Hósvík, Hans Andrias Kelduberg, sum greiðir frá gongdini í felagnum, og hvørjar tankar tey í felagnum hava um framtíðina.

Stjórin vísir á, at eftir kreppuna í nítiárunum, tá Thor enn bert fekst við fiskivinnu, gjørdist tað líka sum eitt politiskt slagorð, at Føroyar eisini máttu hava annað at liva av enn fiskivinnu, og í hesum sambandi varð byrjað at tosa um eina komandi oljuvinnu við Føroyar.

Eftir hetta tók reiðaríið í Hósvík eitt týðandi stig, sum var at leggja ein part av virkseminum yvir í oljuvinnuna, sum virkar um øll heimshøv.

- Vit vildu víðka um grundarlagið hjá reiðarínum, og sjálvandi er tað eisini gott fyri Føroyar, at ein slík fyritøka, sum arbeiðir kring um á heimshøvunum, er staðsett í Føroyum.

Hans Andrias Kelduberg sigur, at Thor í dag er ein fyritøka, sum í fyrsta lagi stendur á tveimum súlum. Fyritøkan er býtt í tveir partar, nevniliga fiskivinnu og oljuvinnu.

- Fiskivinnan hevur verið sera turbulent seinastu árini, men hóast truplu viðurskiftini, hevur reiðaríið ikki givið upp at vera ein virkin fyritøka í fiskivinnuni í Føroyum. Stívliga 100 fólk eru knýtt at fiskivinnupartinum hjá samtakinum.

Stjórin vísir á, at frálandavinnan hevur verið í síni djúpastu kreppu nakrantíð, og hann dylur ikki yvir, at hetta hevur verið ein harður kampur hjá samtakinum at yvirliva. Men, hóast hetta sær út til, at samtakið ríður stormarnar av sær.

Hans Andrias Kelduberg fegnast um, at tað framvegis sita 20 dugnalig fólk í Hósvík, og kring um á heimshøvunum starvast framvegis dugnaligir sjómenn umborð á teimum sjey frálandaskipunum hjá felagnum.

- Eg vænti, at Thor við tíðini fer at fáa nýggjari og betri skip í fiskivinnuni, og eisini hugsa vit um at gera meira burtur úr at fiska í altjóða sjógvi. Í frálandavinnuni hómar samtakið ávísa uppgongd, og her hugsar reiðaríið um at veksa um flotan, tá tann løtan kemur, sigur stjórin.