Thygesen aftur í FCM

Fyri hálvum øðrum ári síðan valdi lyklaleikarin hjá FC Midtjylland, Mikkel Thygesen, at skifta til týskan fótbólt. Ævintýrið í týsku Bundesliguni gjørdist tó stokkut, tí longu nú hevur Thygesen valt at fara heimaftur til FC Midtjylland. Hann megnaði ongantíð at bíta seg veruliga fastan á liðið, og tá ið felagið eisini varð flutt niður, valdi hann at flúgva heim í reiðrið.