Tí er dysturin hjá Víkingi ókeypis

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, greiðir her frá, hví dysturin á Svangaskarði í kvøld millum Víking og Daugava Daugavpils er ókeypis.

Í kvøld klokkan 19:00 spælir Víkingur dyst í Europa League móti Daugava Daugavpils úr Lettlandi. Áskoðararnir sum koma til dystin í kvøld, sleppa undan at rinda atgongumerki, tí Víkingur hevur gjørt av, at tað skal verða ókeypis at koma til dystin.

 

Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi sigur, at orsøkin til at áskoðararnir sleppa ókeypis inn til dystin móti Daugava Daugavpils er vantandi undirtøka í fjør.

 

-      Til dystin móti Inter Turku í fjør, sóu vit at áskoðaratalið kundi verið munandi hægri. Harafturat er HM fótbóltur í hesum døgum, so vandi er fyri, at fleiri fólk eru mettaði av fótbólti. Tí meta vit, at tað er meira lokkandi hjá áskoðarunum um dysturin er ókeypis.

 

Brandur Jacobsen sigur at teir í Víkingi hava góðar vónir til dystin í kvøld.

 

-      Vit vístu í fjør, at tað kann bera til. Tað vóru ikki nógv, ið góvu okkum ein møguleika, tá vit trektu FC Inter Turku úr Finnlandi, men tá báðir dystirnir vóru leiktir, høvdu vit leikt okkum víðari í kappingini. Tí eru vit sera spentir til dystin í kvøld.

 

Dysturin millum Víking og Daugava Daugavpils verður leiktur á Svangaskarði í kvøld klokkan 19:00.