Tí er Fámjinstunnilin dýrari enn aðrir tunlar

Men landsstýrismaðurin væntar kortini, at hann verður bíligari enn mett

Løgtingið viðger nú eitt uppskot um at gera tunnil til Fámjins, og tað er eitt uppskot, sum allir flokkar taka undir við, so efir umrøðuni í dag, er eingin ivi um, at tað verður einmælt samtykt.

 

Tunnilin, er 1,2 kilometrar langur og hann skal, í mesta lagi, kosta 169 milliónir. Uppi í hesum er eisini arbeiðið at gera 400 metrar av vegi fámjinsmegin og ein kilometur av vegi ørðavíkarmegin.

 

Páll á Reynayúgvu tingmaður fyri Tjóðveldi, sum eisini er í fíggjarnevndini, vísir á, at tunnilin, sum verður gjørdur til Dals, kostar 30.000 - 40.000 krónur fyri meturin. Tí loypur tað í eyguni á honum, at  Fámjinstunnilin kostar tríggjar, ella fýra ferðir so nógv og tað er eitt mál, fíggjarnevndin fer at taka upp.

 

Men Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at tað er ikki av ongum, at Fámjinstunnilin er dýrari enn aðrir tunlar. Hann sigur, at tær jarðfrøðiligu kanningarnar vísa, at fjallið er leyst, og sostatt ringt at bora ígjøgnum. Sostatt skal Fámjinstunnilin tryggjast betur enn tað er vanligt at gera.

 

Hann sigur, at í roynd og veru er fjallið so vánaligt, at fyri at trygdin í tunlinum skal vera nøktandi, skal tunnilin stoypast innan mestsum allan vegin.

 

Hann at tað er orsøkin til, at hann er dýrari enn aðrir tunlar. Men hinvegin sigur hann eisini, at líkt er til, at tað eru fleiri fyritøkur, sum ætla at bjóða upp á Fámjinstunnilin enn upp á nakran annan tunnil og hann væntar, at tað fer at trýsta prísin niður. Og hann sigur eisini, at tá ið Landsverk hevur mett, at tunnilin fer at kosta 169 milliónir, er tað í ringasta føri. Hann sigur, at Landsverk hevur sett talið so høgt fyri at sleppa undan at biðja um eykajáttan. Tískil væntar landsstýrismaðurin, at samanumtikið fer arbeiðið Fámjinstunnilin at kosta nakað minni enn tær 169 milliónirnar, sum verða settar av.