Atletico Madrid hevur havt eitt framúr kappingarár í ár. Í heimligu deildini eydnaðist Atletico Madrid at vinna spanska meistaraheitið fyri fyrstuferð síðani 1996, umframt at liðið spældi seg fram til Champions League finaluna.
Grundarlagið undir góðu gongdini hjá Atletico Madrid eigur venjarin, Diego Simeone. Tá Simeone tók yvir, fyri umleið 3 árum síðani, var liðið í tungum sjógvi. Liðið hevði fingið eina ringa byrjan í kappingini, har Atletico hevði tapt nógvar dystir, umframt at liðið hevði latið nógv mál inn. Tí var stórur dentur lagdur á frá byrjan hjá Simeone, at liðið skuldi lata færri mál inn, umframt at innsatsurin á degnum altíð skuldi vera so góður sum gjørligt. Tað hevur eisini verið grundarlagið undir at felagið við Diego Simeone sum venjara, hevur vunnið La Primera Division, Copa Del Rey, Europa League og Europa Super Cup.
Móti endanum av dystinum í gjár, fleyt øðin tó yvir hjá Atletico Madrid venjaranum og orsøkirnar vóru kanska fleiri. Men tað, ið veruliga fekk bikarið at flóta yvir, var tá Real Madrid í yvirtíðini av longdu leiktíðini, legði seg á odda 4-1. Tá tók Real Madrid verjuleikarin, Rafael Varane og sparkaði ein bólt yvir móti Atletico Madrid bonkinum. Hetta tók Diego Simeone sum eina provokatión og tí vildi hann ikki finna seg í.
Aftaná dystin segði Diego Simeone eisini, at hann ikki skilti, hvar dómarin fann 5 afturat av longdari leiktíð í vanliga dystinum. Real Madrid javnaði til 1-1, tá 3 minuttir vóru farnir av yvirtíðini.
Real Madrid vann Champions League finaluna í gjárkvøldið 4-1 aftaná at dysturin í vanligari leiktíð var endaður 1-1.