Hóskvøldið kl 19:30 skipar Margarinfabrikkin fyri útibiografi uttan fyri Margarinfabrikkina í Tórsgøtu í Havn Tað er skemtifilmurin ?Et sikkert hit? við Hugh Grant og Drew Barrymore, ið verður at síggja. Tiltakið er ókeypis og eisini fáa áskoðarnir ókeypis sodavatn og popkorn. - Av tí at filmurin verður vístur úti, er sjálvandi umráðandi, at fólk lata seg í eftir umstøðunum. Eisini fer at bera til at keypa sær ymiskt gott í kioskini og at síggja Margarinfabrikkina í nýggjum hami, nú latið verður upp eftir summarfrítíðina.