Mynd: KNR

Tíðindadeildin hjá KNR niðurleggur arbeiði

- Síðan á nýggjárinum er trýstið á tíðindadeildina vaksið, tá fleiri hava sagt seg úr starvi ella eru vorðin sjúkrameldað fyri strongd. Tískil hava tey, sum eftir eru á deildini, ligið undir einum enn størri arbeiðstrýsti

Mynd: KNR

Í dag er tíðindadeildin hjá grønlendska kringvarpinum - KNR - ikki til arbeiðis, og hetta hendir mitt í grønlendska valstríðnum til landstingið.

 

Sambært Sermitsiaq hava tíðindafólkini boðað leiðsluni frá, at tey møta ikki til arbeiðis í dag.

 

- Vit eru ein bólkur á 16 fólk á tíðindadeildini hjá KNR, sum niðurleggja arbeiði, siga starvsfólkini í tíðindaskrivi í gjár.

 

Sermitsiaq veit at siga, at KNR seinastu mongu árini hevur havt avbjóðingar við starvsfólki.

 

- Síðan á nýggjárinum er trýstið á tíðindadeildina vaksið, tá fleiri hava sagt seg úr starvi ella eru vorðin sjúkrameldað fyri strongd. Tískil hava tey, sum eftir eru á deildini, ligið undir einum enn størri arbeiðstrýsti.

 

Bólkurin, sum hevur sagt, at tey leggja arbeiðið niður á KNR í dag, vísir á, at beint í løtuni eru bert fýra starvsfólk til at gera uppgávuna hjá 12 fólkum.

 

Sambært Sermitsiaq ávirkar støðan á KNR eisini restina av tíðindadeildini, har eisini aðrar redaktiónir vanta starvsfólk.

 

Meira um hetta kann lesast á hesi leinkju - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/nyhedsafdeling-i-knr-nedlaegger-arbejdet/2201152

 


 

 

Mynd: KNR