Tíðindafundur hjá Danmark

Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari, hevur tíðindafund undan landsdystinum móti Føroyum

Tíðindafundurin hjá Danmark hevur akkurát verið á Tórsvølli. Kasper Hjulmand, danskur landsliðsvenjari, og Christian Nørregaard og Mathias Jensen úr Brentford, vóru á tíðindafundinum.

 

Serliga Kasper Hjulmand dugdi væl at undirhalda á tíðindafundinum uttan at siga for nógv. Hann vísti føroyska liðnum virðing, men heldur samstundis fyri, at Danmark skal vinna dystin við ferðmiklum spæli.

 

- Hesar oyggjarnar eru serliga. Eg havi verið her fyrr og mær dámar tað væl. Vit vita at vit eru favorittar, men eg havi virðing fyri føroyska liðnum og sálarliga týdninginum av dystinum. Eitt nú verða tað 10 prosent av føroyska fólkinum til dystin. Um vit ikki spæla upp til okkara besta, so kunnu vit koma í trupulleikar, sigur Kasper Hjulmand.

 

Hann legði afturat hesum, at danska landsliðið hevur spælt væl seinastu dystirnar og at hann vónar, at tað heldur fram. Hann ynskir ferðmikið og neyvt spæl. Fær hann tað, so væntar hann at vinna. Mathias Jensen, sum spælir við Brentford í Premier League, hevur spælt á Torsvølli fyrr. Tí ræðist hann ikki at spæla á graslíki.

 

- Eg havi ikki spælt á graslíki seinastu trý árini, síðani eg skifti frá FC Nordsjælland. Hetta eru treytirnar og eg eri vísur í, at vit eisini fara at klára hetta. Eg  var her fyri fýra árum síðani við U21-landsliðnum og tá trillaði bólturin eisini, sigur Mathias Jensen.

 

##med2##

 

Tað gekk leingi, at fáa Christian Nørregard í prát. Hann sat millum Kasper Hjulmand og Mathias Jensen, men hann takkaði fyri, tá hann fekk ein spurning, um at sleppa at byrja inni.

 

- Takk fyri! Nú hevur venjari sagt, at eg byrji inni um eg raki bóltin til venjing í dag. So um eg raki bóltin so byrji eg inni, sigur Christian Nørregaard við einum brosi og leggur afturat:

 

- Ongin landsdystur er ókeypis. Tað er altíð ein æra, at spæla við landsliðnum og tað krevur fult fokus, sigur miðvallarin hjá Brentford.

 

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleiki í morgin.