Tíðindafundur um koronu í morgin

Landsstýrið boðar frá tíðindafundi í morgin

Nú smittutølini hava verið hækkandi, og nýggja omikron frábrigdið er komið til Føroya, boðar landsstýrið frá, at tað hevur tíðindafund um koronustøðuna í morgin.

 

Tíðindafundurin verður í Kringvarpinum kl. 11.00.

 

Tá fer landsstýrið at kunna um støðuna og møgulig nýggj tilmæli.

 

Í Danmark hevur forsætisráðharin Mette Frederiksen júst boðað frá nýggjum tiltøkum fyri at tálma smittuna. Eitt nú verða børn send heim í longri jólaferiu, náttarlívið verður stongt, og mælt verður til at avlýsa allar størri jólaveitslur hjá fyritøkum og stovnum.