Tíðindfundur: Håkan og Jákup svara spurningum

Landsliðið: Håkan Ericson hevur havt tíðindafund undan landsdystinum móti Turkalandi

Føroyska manslandsliðið setir í annaðkvøld punktum fyri Nations League kappingina á hesum sinni við dysti móti Turkalandi á Tórsvølli. Føroyar hava tryggjað sær sæti í deild C til komandi kapping.

 

Sum siðvenja er, so hevur føroyska landsliðið ein tíðindafund dagin fyri dyst. Á tíðindafundinum vóru landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og landsliðsspælarin Jákup B. Andreasen.

 

Håkan Ericson: Tað er deiligt at vera aftur í Føroyum. Vit vóru nøgdir eftir dystin í Litava, men síðani hevur ein ónøgd víst seg, tí hetta eru spælarar, sum vilja vinna dystir. Vit hava ikki tapt í tríggjar dystir og vit taptu ikki í Litava, men vit vilja altíð blíva betri.

 

Dysturin móti Turkalandi er heilt øðrvísi, tí vit vænta at teir koma at trýsta okkum og hava bóltin nógv. Hesin dysturin minnir meira um dystirnar móti Danmark og Skotlandi á heimavølli. Vit eru tryggjaðir, so úrslitið er ikki avgerandi, men vit vilja altíð fara eftir best møguliga úrslitinum.

 

Jákup B. Andreasen: Eg taki undir við tí sum Håkan Ericson sigur. Tað er deildigt at verða heima aftur og eftirmetingin sigur, at vit kundu hvat gjørt tað besti, men vit fingu minst góðkenda úrslitið. Nú vóni eg, at vit kunnu spæla eina góðan dyst Turkalndi, gjarna frammanfyri nógvum áskoðarum.

 

Håkan Ericson: Eg havi ikki sæð dystin móti Luksemborg, men tað hevur venjaratoymið. Eg var kanska eitt sindur bilsin, at tað endar 3-3, men vit hava jú roynt at fortalt tykkum, at Luksemborg er eitt gott lið. Luksemborg hevur nakar stjørnuspælarar, sum eg haldi klára at bjóða verjuspælinum hjá Turkalandi av. Tað ynskja vit eisini at gera í morgin, men vit kláraðu tað ikki í Turkalandi. So sterkt landslið hava vit ikki í løtuni.

 

Eg kann siga, at tit av greinað væl, men so sigi eg ikki meir. Eg kann tó leggja afturat, at vit mugu rósa Jákupi fyri sítt flott mál í dystinum móti Litava.

 

Viðvíkjandi stemninginum, so var tað ein ordans trýst á okkara spælarum, men tað kunnu vit næstan eisini gera her á Tórsvølli. Í fyrra dystinum verja vit væl 37 minuttir, og kanska allan hálvleikin, tí teirra mál hevur eitt element av hepni. Vit skifta spæliskipan og royna at innheita við støðuni 2-0, og tað gjørdi at tað eisini kundi verið 6-0, men endar 4-0. Um vit ikki satsaðu, so hevði tað kanska enda 2-0. Tað var so okkara val.

 

Jákup B. Andreasen: Eg veit ikki, um tað ger nakran mun, at teir mangla nakrar verjuspælarar, tí teir hava ein stóran hóp við fleiri góðum spælarum. 

 

Tíðindafundurin er liðugur og liðið fer nú at venja á Tórsvølli. Dysturin í morgin byrjar klokkan 19.45 og er beinleiðis á FM1.