Tíðindini í gjár

Las tú hesar søgurnar í gjár?

Eingin mansskaði var, tá eldur kyknaði í einum húsum í vesturbýnum í Havn í gjáramorgunin. Húsini hava tó fingið stóran skaða.

 

Anfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sigur at reiðararnir ræna Trygdargrunn Fiskivinnunar og tryggja sær, at fiskimaðurin ongantíð fer upp um minstuløn.

 

Ikki er óvanligt at hava húsdjór, men torir tú búgva í einum húsum, sum verða heimsøkt av einum sataniskari geit? Húsini er til sølu.

 

Melodi Grand Prix verður leygarkvøldið, men longu nú ber til at atkvøða fyri tí lagnum, sum tú heldur vera best. Kristel Lisberg av Tvøroyri luttekur, og liggur í løtuni á fjórða plássið í atkvøðugreiðsluni.