Norski verjumálaráðharrin, Tore O. Sandvik, sigur, at Evropa hevur brúk fyri USA.
Hetta sigur hann, eftir at fleiri útlendskir miðlar í gjárkvøldið bóru tíðindini um, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur gjørt av fyribils at steðga allari vápnahjálp til Ukraina.
Tað eru keldur, ið higartil ikki eru navngivnar, sum bera tíðindini, men sagt verður eisini, at hetta eru keldur, sum standa amerikansku stjórnini nær.
- Um hetta er rætt, og tað verður váttað, er tað sjálvsagt órógvandi. Evropa hevur brúk fyri USA - og ikki minst fyri moralin á hermótinum í Ukraina.
Tore O. Sandvik heldur, at eru tíðindini røtt, kann hetta fáa týdning í ukrainska stríðnum móti Russlandi.
- Hetta vísir eisini tørvin, sum Evropa hevur at gera meira og taka størri ábyrgd fyri egnum tryggleika.
Norski verjumálaráðharrin sigur, at sjálvsagt skal Evropa halda fram við at stuðla Ukraina.
- Vit ynskja at veita Ukraina best møguligu støðu við samráðingarborðið, sigur Tore O. Sandvik við norska kringvarpið, NRK, í morgun.
##med2##