Tíðliga í dag fleyt skipið aftur

Skipið hevði ein stóran leka har afturi ímóti stevnirørinum, sum neyðugt hevur verið at tetta.

Í dag varð Leitisteinur, sum sakk við bryggju á Oyri, tikin uppaftur. Stutt eftir middag fleyt skipið aftur.

 

Soleiðis, sum In.fo skilir, hevði skipið ein stóran leka har afturi ímóti stevnirørinum, sum neyðugt hevur verið at tetta.

 

Arbeiðið at taka skipið upp aftur byrjaði í gjár, men tá komu teir ikki á mál. Tískil skuldi arbeiðið takast upp aftur í dag.

 

Og tíðliga í dag fleyt skipið so aftur.  

 

Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur skipið, ið hevur havt fleiri nøvn, og nú kallast Leitisteinur VN 556, OW2021.

 

Tað var týskvøldið, at útróðrarbáturin sakk á Oyri. Skipið hevur ligið leingi og hevur einki fiskiloyvi.

 

##med2##

 

##med3##