? Endamálið hjá okkum var at seta nýtt met, og tað hava vit megnað, siga teir báðir sólbrendu norðmennininir við einum stórum smíli, tá vit prátaðu við teir á bátabrúgvunum á Eystaruvág í Havn.
Teir komu til Havnar mikukvøldið klokkan átta, og longu ein tíma seinni hildu teir leiðina fram til Reykjavíkar, men teir máttu venda aftur.
Báturin verður nú sendur aftur til Noregs við Smyril Line, tí nýggjur girkassi skal bíleggjast úr USA, og tað tekur umleið tvær víkur at fáa ein slíkan til vega.
Heldur tikari enn seyður
Har afturi í bátinum stendur orðatakið ?heller tiger for en dag, enn sau i 100 år?. Vit biðja Thomas Guttormsen og Lars Narveru greiða frá, hvat hetta merkir.
? Hatta er eitt gamalt kinesiskt orðatak, og tað er okkara slagorð. Á hesi ferðini hava vit verið tikarar, men nú eru vit bara seyðir, siga teir flennandi, tá teir standa á bryggjuni og ikki sleppa víðari.
Teir eru annars sera væl nøgdir við ferðina. Teir vónaður at klára metið, og tað hava teir gjørt. Báturin kann sigla 80 knob, men miðalferðin úr Bergen til Føroyar var 45 knob. Orsøkin var, at aldan var 1-2 metrar, og teir høvdu trý tons av bensini í tanganum, og tá ber ikki til at sigla við hægstu ferð, men sum túrurin leið, gekk báturin skjótari.