Tikin fyri at rósa Breivik

Løgreglan í Bretlandi hevur tikið ein 44 ára gamlan mann og skuldsett hann fyri at hava eggjað til rasuhatur, tí hann hevði róst norska hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik og skrivað stuðulsfráboðanir til hansara á Facebook.

Tað skrivar blaðið Daily Mail.

Tann 44 ára gamli maðurin, sum eigur trý børn, skal millum annað hava skrivað á Facebook, at hann "tók húgvuna av høvdinum" fyri norðmanninum.

Løgreglan í Kent í Onglandi tók mannin fyrradagin, og hann er nú varðhaldsfongslaður, skrivar Daily Mail.