Tikin við narko á flogvøllinum

Hundurin hjá Tolleftirlitinum fann um middagsleitið mánadagin narkotika í viðførinum hjá einum ferðafólki, sum kom við flogfari til Føroya

Eftirlit

Flogvøllurin:Tá flogfarið hjá Maersk Air kom í Vágar stutt fyri middag mánadagin, fann hundurin hjá Tolleftirlitinum narkotika í viðførinum hjá einum donskum ferðamanni, sum við var.
Løgreglan varð boðsend, og fólk av politistøðini í Havn kom vestur. Maðurin varð handtikin og fluttur til Havnar til avhoyringar.
Áðrenn blaðið fór til prentingar bar ikki til at fáa nárgreiniliga at vita, hvat slag av narko, talan var um.
Men Sosialurin skilir, at í hvussu er kokain er ímillum. Eisini skulu vera anabolskar steroidur og onkrar tablettir eisini. Sum skilst eru nøgdirnar ikki so øgilga stórar.
Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá Løgregluni, visti beint fyri evstamark hjá blaðnum ikki meira nágreiniligt at siga um málið.
Tað skiltist, at fleiri vóru í ferðalagnum, men hundurin gjørdi bara vart við viðføri hjá tí eina manninum.