Tiknir upp feskan gerning fyri at skera endar á báti

Fólk hildu tveimum monnum aftur til løgreglan kom

Savnsmynd, Skálatrøð

Klokkan hálvgum tvey í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at fólk høvdu tikið tveir mans, sum vóru í ferð við at skera endarnar á einum báti við bátabrúgvarnar við Skálatrøð í Havn.

Løgreglan kom á staðið og handtók menninar, sum nøkur fólk, sum sóu menninar skera endarnar, høvdu hildið aftur til løgreglan kom á staðið.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað vóru tveir ungir menn, sum tó vóru yvir 18 ár. Í fyrsta umfari verða teir skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar. Men kannað verður eisini, um teir skulu skuldsetast fyri annað eisini.

Talan var um fullar menn, sum framdu eina býtta gerð, sigur vaktleiðarin.

 

 

Savnsmynd, Skálatrøð