Jósva Debes
-----
Skuffandi og ovurhonds sjokkerandi var tað hjá mær, sum handilsskúlanæmingur, at sita niðri í Løgtinginum í dag og lurta eftir teimum monnum, sum skulu eitast at stýra mínum landi.
Eg kom oman í Løgtingið í dag, spentur og glaður, at síggja tær stóru stjørnurnar í landinum ‘face to face’, viðgera eitt áhugavert mál sum okkara ikki-so-vælfungerandi fíggjarlóg, men hvat møtir mær? Ein hópur av stórum barnagarðsbørnum, sum ikki duga tann grundleggjandi fólkaskikkin, at man tigur tá ein annar tosar. Og so at vera so formellur at biðja umskylda til “Harra Formann”, tí man gloymdi at siga eftirnavnið á tí persóninum, sum tosaði beint frammanundan, meðan meir enn helvtin í salinum antin tosar í telefon, situr á Facebook og líka dámar myndina hjá Jens Hansen ella fortelur eina góða. Komin niðan í skúlan aftur, uppøstur og í sjokk, fái eg so at vita, at hetta er vanliga mannagongdin niðri í Sirkus Tinganes. Hvat nyttar tað hjá mær, sum vanligur palleba, at velja slíkar menn og kvinnur inn á ting, og at stemma fyri og ímóti flatskatti, um allir mínir skattapengar verða brúktir til at gjalda flottar iPhone’ir allíkavæl?? Høvdu tingfólkini so gjørt seg fortjent at fingið flottar iPads forerandi! Nei, vit skuldu bara lænt meir frá stórusystrini, Danmark, og so eisini hækkað skattin og prísin á mjólkarpakkunum eftirsum vit eru so væl ígongd! Og til tey sum ikki skilja ironi, so varð hasin síðsti setningurin sagdur í størsta speisemi.
Eg var á vali fyri sindur meir enn 2 mánaðum síðani fyri fyrstu ferð, men aftan á tað eg sá í dag, er sikkurt, at mín næsta stemma skal vera so spegilsblank! Eg veit eisini, at eg ikki eri einasti unglingi her á landi sum hugsar hesar tankar.