Sjónvarpið fekk í morgun nýggjan stjóra. Tann 37 ára gamli Mikkjal Helmsdal, sum seinastu 4 árini hevur verið leiðari á Nordens Institut á Álandi, setti seg í heita stólin, har ein blandingur av stórum krøvum, men tilsvarandi lítlari játtan, bíðaði honum á einum stovni, sum javnan er í andglettinum, bæði mentunarliga, tíðindaliga og ikki minst politiskt.
Uppgávan hjá nýggja stjóranum er líka einføld sum hon er krevjandi og torfør. Hann skal fáa Sjónvarp Føroya at virka betur enn stovnurin hevur gjørt seinastu nógvu árini, og tað er við góðum treysti at tann júst heimaftur flutti Mikkjal Helmsdal fer í gongd.
Fer at broyta bygnaðin
? Eg komi fyrst og fremst við einum opnum sinni at seta meg inn í hvussu stovnurin virkar í dag. Og so komi eg eisini við einari ætlan um at arbeiða miðvíst við bygnaðinum ta fyrstu tíðina. Eg ætli mær at umskipa Sjónvarpið internt, soleiðis at tilfeingið í stovninum verður brúkt meira miðvíst enn tað verður í dag, sigur Mikkjal Helmsdal, sum frá í dag av er einasti føroyingur, ið hevur starvsheitið »sjónvarpsstjóri«.
Ætlanirnar hjá nýggja stjóranum eru nógvar og í stóran mun ítøkiligar. Tað einasta, sum nýggi stjórin við vissu ikki ætlar, er at halda fram eftir sama leisti, sum Sjónvarpið hevur virkað eftir seinastu árini.
? Sum er hevur Sjónvarpið øgiliga nógvar ymiskar deildir sum gera, at bygnaðurin eftir mínum tykki er heldur órationellur í mun til støddina á stovninum. Tað tykist eisini sum, at starvsfólkini á stovninum yvirhøvur eru samd um, at bygnaðurin kundi verið betri.
Eingin uppsøgn
Hvussu bygnaðurin skal broytast, og hvussu hann fer at síggja út aftaná, hevur Mikkjal Helmsdal ikki endaliga avgjørt enn. Tað fer hann at taka upp við hini starvsfólkini. Men á einum øki hevur hann longu tikið avgerð.
? Tann tekniski parturin av Sjónvarpinum er illa innarbeiddur í verandi bygnaði. Av teimum seks deildunum á stovninum hevur eingin ábyrgd av teknikkinum sum heild, og tað hevur tann tekniski førleikin liðið undir. Tí er tað ein nátúrlig betran at fáa ta teknisku ábyrgdina savnaða á einum stað í framtíðini.
Onkuntíð merkir umskipan eisini útskifting av starvsfólki, men hetta hevur nýggi stjórin ikki ætlanir um.
? Vit skulu arbeiða við tí, sum vit hava. Starvsøki fara at verða broytt og løgd saman, men vit skulu varveita fólkini.
Ambitiøs mál
Nú hann tekur við starvinum hevur Mikkjal Helmsdal eitt greitt, og ikki sørt ambitiøst, mál við stovninum.
? Sjónvarp Føroya skal vera tann fremsti og týdningarmiklasti tíðindastovnurin, og vera okkara fremsti mentunarstovnur.
? Men í løtuni røkkur peningatilfeingið bara til helvtina av hvørjum, leggur nýggi sjónvarpsstjórin afturat.
Hann bíðar tí í spenningi til hetta komandi heystið, tá nýggj lóg um kringvarp kemur fyri tingið.
? Tað verður avgerandi hvat lógin inniheldur av málsetningum fyri Sjónvarpið, og um tað fylgir ein tilsvarandi játtan við til at skapa nakað fyri. Tí tað er greitt, at tað verður ringt at gera nakrar stórar visiónir til veruleika við tí sera avmarkaða peningaliga tilfeingi, sum stovnurin hevur nú. Tað skal ein munandi øking av hesum tilfeingi til, áðrenn slíkar visiónir kunnu førast út í lívið. Sum er røkka pengarnir bara til lønir og lítið annað.
Útbúgvin fólk heim
Men pengar eru ikki alt, og Mikkjal Helmsdal ásannar, at Sjónvarpið verður ongantíð betur enn tey fólkini, sum gera innihaldið.
? Vit mugu leggja okkum eftir at rekruttera tey røttu fólkini, soleiðis at vit framyvir fáa eina rætta samanseting av fakfólkum. Vit muga royna at fáa tey, sum hava útbúgvið seg innan sjónvarp, at koma heim at arbeiða. Her hugsi eg kanska serliga um produsentar, tí hesin førleikin vantar fullkomiliga í Sjónvarpinum í dag, sigur Mikkjal Helmsdal, sum tó ikki vil seta nøvn á tey fólkini, sum hann sær fyri sær.
Ein tíðindasending afturat
Málið við teimum ætlaðu broytingunum hjá nýggja stjóranum er sjálvsagt, at tað, sum kemur fram á sjónvarpsskíggjunum í føroyskum heimum skal mennast, bæði í dygd og í vavi. Og hóast fólk ikki skulu vænta sær stórvegis broytingar fyrr enn eftir nýggjár, so hevur Mikkjal Helmsdal longu stungið nøkur mið út í kortið.
? Fyrsti prioritetur er at fáa minst eina tíðindasending afturat um vikuna. Annar prioritetur er at fáa eina góða vikuliga undirhaldssending inn í skránna, og fyri tað triðja haldi eg, at barnatilfarið skal framhaldandi prioriterast høgt. Sum tað fjórða er tað mín dreymur, at SvF kann fara undir at framleiða styttri filmar og sjónvarpsrøðir. Men hetta er kostnaðarmikið og, tí er og verður tað ein mentunarpolitisk avgerð, um Sjónvarpið skal fara undir slíkt virksemi.
Kreativur stjóri
Mikkjal Helmsdal hevur verið leiðari á Nordens Institut á Álandi seinnu árini. Men støddin á hesum stovninum kann ikki samanberast við Sjónvarp Føroya, og millum annað tí er stjórastarvið ein stór avbjóðing.
Nýggi sjónvarpsstjórin gjørdist ikki leysur av undanfarna starvinum fyrr enn hósdagin í farnu viku, og tískil hevur hann ikki havt so góðar stundir at seta seg inn í viðurskiftini í SvF. Hinvegin hevur hann roynt at »lisið uppá«, sum hann tekur til, millum annað um finnlands-svenska sjónvarpið, sum er eitt tað minsta almenna sjónvarpið í Norðurlondum.
Í hesi vikuni hevur hann millum annað tosað við tann nú fráfarna fyribilsstjóran á stovinum, Jógvan Jespersen, ið hevur sett hann inn í tey viðurskifti, sum hann skal fáast við sum sjónvarpsstjóri.
Hvussu verður stjórin Mikkjal Helmsdal?
? Hann verður opin og fyrikomandi, men fer nokk at stýra við fastari hond á fíggjarliga økinum. Vónandi verður hann kreativur og struktureraður í sínum arbeiði.