Barnatiltakið hevði spæliplássið sum sítt útgangspunkt, men tað var skjótt, at børn og vaksin ferðaðust bygdina upp og niður.
Angela og Hannibal løgdu fyri og síðani tóku Dánjal á Neystabø og Búi Dam yvir, tá teir byrjaðu sína ævintýraferð. Við teirra eyðkenda sangi og livandi søgum, undirhildu teir yngri sum eldri, og hevur tú enn ikki hoyrt og sæð teir framført, so er at gera tað á ólavsøku, tá teir báðir aftur fara á ferð.
Eitt herligt konsept, sum bert verður betri av, at teir duga at endurnýggja seg sjálvar.
Eisini leikurin hjá Huðrum um prinsin, sum ikki tímdi at verða kongur, men heldur vildi vera prinsessa, dámdu børnunum væl. Hesi ferðaðust saman við leikarunum bygdina upp og niðurm, og endaðu niðri á sandinum, har tey funnu Prins Essa.
Stuttligt at síggja, hvussu gott tak hesir ungu leikararnir høvdu á børnunum.