Hvørt ár skipar bretski herflotin fyri tiltøkum, sum skulu eggja ungfólki at fara uppí herflotan. Henda seinasta mánaðin hava umleið 44 ungir bretar, kadettar og umboð fyri herflotan verið á legu í Føroyum. Vitjað hevur verið kring alt landið, har ungfólkini, hava gingið í fjøllunum, kavað á firðunum og tjaldað.
Leygardagin var samkoma umborð á skipi, sum herflotin hevur leigað til tiltøkini.
Sosialurin hitti oddamannin fyri tiltakinum, herflotaovasta Peter Harvey. Hann er sera fegin um, at teir valdu Føroyar og verður hetta neyvan seinastu ferð heldur. Fólkið hevur verið sera fryntligt alla staðni, har teir hava verið og tey ungu hava eisini fingið væl burtur úr ymsu tiltøkunum kring landið.
Nú er so spurningurin, hvussu mong teirra hava fingið brell og vilja fara upp í herflotan. Peter Harvey sigur, at tað er ikki tvingað hermannatænasta í Bretlandi, og tað hevur tað ikki verið í 40 ár. Tí verður roynt at fáa tey ungu at velja hermannatænastu. -Vit hava tvey ættarlið, sum als ongar royndir hava við hermannatænastum. Tey ungu skilja tí ikki, hvat hermannatænasta snýr seg um. Endamálið er tí at skapa áhuga fyri bæði herinum, herflotanum og flogvápninum og tí hesi standa fyri.
Hesi ungu fáa henda møguleikan longu í skúlatíðini, og duga tí eisini betur at skilja, hvat milliterið í Bretlandi í veruleikanum stendur fyri. Tey eru 16,17 og 18 ára gomul.
Peter Harvey dylur ikki fyri, at teir vóna, at fleiri av teimum ungu fara at velja hertænastuna sum teirra framtíðar yrki.
-Men er tørvur á herfólki, nú vit fara inn í eina nýggja øld?
-Bretland hevur eina sera langa strond. Stórur partur av vørunum, ið verða brúktar, verða fluttar sjóvegis, og her hevur herflotin ávísan týdning. Eisini kunnu mongu oljustøðirnar tørv á verju. Hóast herflotin ikki hevur sama týdning sum fyrr, tá Bretland hevði nógv hjálond, so er tørvurin enn stórur á einum vælútbygdum herflota.
Ein part av tíðini hava ungu bretarnir verið á stóra tjaldplássinum hjá grønu skótunum á Selatræð. Í hesum sambandi vóru eisini umboð fyri grønu skótarnar við á samkomuni á Bursa-tangi seinasta leygardag.