Landsstýrið er farið til Gjáar at tosa um, hvørjar samfelagsíløgur skulu gerast í komandi árum, og hvussu tær skulu raðfestast Øll landsstýrisfólkini og aðalstjórarnir hava sett allan dagin av til at royna at finna semju um, hvussu stóru íløgurnar skulu raðfestast, og bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin eru við í ætlanunum, sigur Kringvarpið.
Eftir verandi ætlan verður farið undir at gera Skálafjarðartunnilin í 2009, og tá hann er liðugur í 2013, verður farið undir at gera Sandoyartunnilin. Men tað vilja teir báðir samgongutingmenninir í Sandoynni ikki góðtaka.
Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu eru sera ónøgdir við, at Sandoyartunnilin eftir ætlan skal bíða til 2013, og Gerhard Lognberg hevur sagt, at hann ikki styðjar ikki samgonguna, um tað verður endin.
Kelda: Kringvarpið