Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at ein persónur hevði lagt á ein annan persón í Essabar. Fráboðanin kom klokkan 03.45 í nátt.
Sambært vaktleiðaranum er enn ikki greitt, um talan verður um mál um harðskap ella bara brot á skilhaldsreglarnar.
Talan var um bardaga, har ein persónur hevur fingið ein snudd og er farin til kanningar. Men, sum vaktleiðarin sigur, so er trupul at fáa skil á skíkum, tá talan er um full fólk.
Men løgreglan kannar málið víðari, og so verður støða tikin til, um tað verður skuldseting um harðskap ella um talan verður um brot á skilhaldsreglarnar.