Tú 60 ár? Tað ber ikki til. Jú, eg veit væl, at vit ganga ikki svartklødd sum fyrr, og síggja tí ikki so gomul út, men tú hevur harfturat varðveitt ljósið í eygunum, og haðan stavar stóri munurin. Meðan onnur hava sløkt hetta ljósið langt áðrenn tey koma til tey fjøruti, lýsir tú enn bjart av eldhuga, gerandisgleði og blíðskapi. Tað heldur teg unga og vakra. Altíð fús við góðum hugskotum, altíð til reiðar til góðar felags loysnir saman við mótfólkum, aldrin fordómsfull, altíð hjálpsom og hugað at greiða frá.
Og hvør annar í verðini hevur eina Kunningarstovu sum tína, har tú handan diskin gevur viðskiftafólkunum alla ta hugsavnan tú megnar, ta løtuna, samskiftið varir? Hetta er ein serlig gáva at eiga, og mong eru tey ferðafólk, ið gjøgnum ár og dag hava fingið eitt gott ferðaminni heim við sær, bara tí tey komu á gátt hjá tær eina løtu at spyrja um eitthvørt smávegis. Øll fóru tey útaftur við eini fatan av, at føroyingurin er beinasamur. At skapa "ta avgerandi løtu" fellur bara natúrligt hjá tær.
Báðar eru vit ferðaleiðarar og okkum dámar fremmandafólk. Kanska er tað okkurt við abba'sa arvaeginleikum, ið trínur fram? Tað var jú hann, Johan Shell, sum á sinni rópti - einaferð Hetlendingar spældu landsdyst her, men fingu ikki mál - "Gev teimum nú eitt mál fyri blíðskaps skyld"! Og útferðum skipaði hann eisini fegin fyri. Hvør minnist ikki filmin, tú vísti fyri nøkrum árum síðani av monnunum í Undirhúsinum, sum í 50'unum fóru útferð við Gamla Streymi? Allar hesar spentu, gomlu havnarmennirnar í klædningi, við frakka um armin og abba mitt í rokinum?
Vit eru døtur av "ektaðum" havnarmonnum, sum høvdu foreldur, ið eisini vóru barnvaksin her. Pápar okkara fingu sær báðir konu sunnaneftir, mín úr Lítla Danmark og tín úr Stóra Danmark. Frá teimum komu vit havnarkonur við akkersfesti í Havnar býi, kærleika til og stoltleika um okkara heimstað, men samstundis eini trongd at venda úteftir og breiða armarnar út fyri landsins gestum.
Saman við gongufólkunum í Felagnum Tórshavn hava vit seinastu árini upplivað føroysku náttúruna sum eyðmjúkir gestir. Vit hava fylgst um fjøll og dalar, gingið fram við áum og gjáum, hvílt við vøtn og tjarnir, leitað upp fransatoftir og sjáldamt sillagrót, sungið tjóðsangin saman í avtoftaðum bygdum, gingið gamlar bygdagøtur í loðandi morgunroða á náttartúrum, vitjað virkir og kirkjur, sæð urtagarðar og gamlar varðar. Minnini eru livandi og óteljandi. Eisini Havnartúrarnir hava verið minniligir. Minnist tú, tá vit stóðu allarovast í torninum á Vesturkirkjuni, ella hinaferð, teir heysaðu teg upp undir stjørnuhimmalin í hægsta brandbilastiganum undir Varða, tá vit vóru til rundvísing har?
Tú ert sjálv ein stjørna. Tað var tú, sum gjørdi mín dreym til veruleika. Dreymin um at hava havt alt Føroyaland undir fótum í felagsskapi við øðrum hugagóðum havnarfólki. Hetta hava vit nú gjørt í meira enn 10 ár, og í sinnunum eiga vit nú eina endaleys røð hugfarsligum hugans myndum, ið ongantíð kunnu takast frá okkum aftur, so leingi vit eru andsfrískar.
Orðini niðanfyri komu úr penninum undir einum skeiðið í enskum fyri nøkrum árum síðani. Eg veit ikki hvat eg skal gera við tey, so nú gevi eg tær tey í føðingardagsgávu frá mær, við eini djúpari tøkk fyri, at tú gjørdi so nógvan mín í mínum vaksna lívi.
Behold my country - the Faroe Islands - eighteen beauties playfully swimming in the North Atlantic. Splashing water at each other or just peacefully floating in the midday sun, they occasionally dive, then suddenly emerge again, the salty seawater washing their beautiful bodies, their hair rythmically waving back and forth, back and forth. I was born in this country some fifty years ago and have lived all my life with these beauties, never leaving them for more than a few weeks at a time. They are all my mothers and I am their adopted, affectionate child. They cradled me, they cuddled me, they carried me. I know every inch of their skin, every scar, every hollow - and every wrinkle they gathered from smiling lovingly at me, their child. Sometimes they cry and the tears come rushing down their faces, but the sadness soon passes away and contentment shows itself in the freshness of their pastures where God?s lambs graze in peace.
Okkara land. Takk fyri, góða Diddan, og hjartaliga tillukku við degnum.
Systkinabarnið í Havn