Tann 22 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið trý fólk og fyri at hava roynt at drepa fýra onnur í grønlendsku bygdini Nutaarmiut tann 8. februar, er nú fluttur til Danmarkar, har hann skal mentalkannast á Retspsykiatrisk Ambulatorium í Risskov.
-Kanningin skal staðfesta sálarstøðuna hjá manninum í sambandi við tað, sum hendi í Nutaarmiut, og úrslitið verður avgerandi fyri, hvørja revsing hann kann fáa, um hann verður dømdur sekur, sigur Niels Erik Mymark hjá grønlendsku løgregluni við kringvarpið KNR.
Spurningurin er, at maðurin er egnaður til fongsulsrevsing, ella um serfrøðingarnir fara at mæla til, at hann fær ein viðgerðardóm, verður hann funnin sekur.
Fyribils er tann ákærdi varðhaldsfongslaður til tann 1. mai.