Til Miðflokkin

Teir seinastu dagarnir havi eg, við stórum áhuga, fylgt við í kjakinum um samkynd.
Mín fyrispurningur snýr seg um, hvør viðgerðarháttur Miðflokkurin ætlar skal verða nýttur, fyri at grøða samkynd. Hvar skal viðgerðin fara fram? Vita tit um nakran samkyndan, ið hevur áhuga í hesi viðgerð?

Eg skal leggja afturat, at eg ongantíð havi hugsað um samkynt sum sjúk, men bert sum ein part av tí menniskjaliga margfaldni, sum Várharra hevur skapt. Annars haldi eg at orðið »kynsvillingur« er eitt sera óetiskt og »happandi« navn.