Til minnis um abba mín Magnus Ennistíg

f. 21. november 1925 · d. 14. mars 2006

Nú ert tú ikki her hjá okkum meira, men í hjartanum hevur tú altíð ein bústað hjá okkum øllum.
Tú ert farin til Harran, meðan vit sum sita eftir, sita við sorg, men eisini við gleði, tí tað var ikki
nakað lív at bíða eftir deyðanum, vit frøast yvir, at tú ikki pínist meir. Kroppurin hjá okkum er
bert til láns, tað er sálin, ið fer víðari. Tað er undarligt at síggja teg, meðan tú hvørki andar ella rørir teg.
 
Eg kann minnast síðstu ferð eg sá teg, tú var á sjúkrahúsinum, mamma bað meg koma norður at
síggja teg, áðrenn tú fór til Harran, tár komu í míni eygu at síggja abba mín liggja í eini song og
pínast. Men tú hevði styrki í tær enn, eini tvær vikur helt tú út afturat. Ikki kann eg venja meg
við bara at hava ein abba eftir.
 
Eg kann minnast, tú fortaldi mær søgur, áðrenn eg fór at sova, onkuntíð vóru søgurnar um
ommu, og onkuntíð vóru tær um teg, tá tú sum smádrongur spældi í Kunoy.
 
Vit báðir plagdu at sita uttanfyri kioskina í SMS, ótu ís og hugdu í sjónvarp í vindeyganum hjá
Elding yvir av okkum, meðan mamma og omma gingu runt og keyptu. Og so tá eg keddi meg í
Klaksvík, so vildi eg sleppa at svimja, men tordi ikki at fara sjálvur, so komst tú við mær, ja
hvat gjørdi tú ikki fyri tíni abbabørn, og tú var so glaður fyri at vera blivin langabbi. Altíð gekst
tú við einum smíli, og heilsaði uppá øll. Tá ein maður í Lopra fekk at vita, at tú var deyður, segði
hann » tað var snedugt, eg trúði at hasin maðurin bleiv í minsta lagi 100 ár«.
 
Nú ert tú komin til tann bústað, sum Jesus ger kláran til okkum, tann bústað sum tú
hevur sungið og prísa Gudi fyri alt títt lív. Eg kann ætla mær, hvussu glaður tú ert at síggja Dánjal
aftur. Líka mikið, hvussu gamal ella sjúkur tú vart, so steðgaði tað tær ikki at tæna Gudi.
Møti var á sjúkrahúsinum, tú hoyrdi tey syngja og tú sang við, tú hevði onki mál eftir, men
tað steðgaði tær ikki í at tæna Harranum. Eg hoyrdi teg syngja tvær ferðir í morgun, men tá
eg vaknaði var abbi mín enn deyður. Vit møtast aftur ein dag, men tá búgva vit ikki so langt frá
hvør øðrum.
 
Eg elski teg.
 
Abbasonur tín, Heri