Til minnis um Jóhannes í Geilini í Leirvík

Minningarorð

Næstseinasta hósdag var Jóhannes Jacobsen í Leirvík ella Jóhannes í Geilini, sum hann varð nevndur her í bygdini, borin til sítt seinasta hvíldarstað. Hann gjørdi ikki nógv um seg, og hann fór ikki langt, men at hann var virdur, og at hann hevði nógvar kenningar bar líkskarðin, sum sjáldan ella kanska ongantíð hevur verið størri í Leirvík, boð um.

Jóhannes var føddur 1. august í 1944, og hann slóknaði nýggjársdag, 53 ára gamal. Foreldrini vóru Anna, fødd Joensen, og ættað úr Klaksvík, og Emil Jacobsen úr Leirvík, sum var 56 ára gamal, tá hann doyði í 1973. Hon fylti 80 um jólini. Tey seinastu knappliga tríati árini hevur hon verið á Pleygudeildini á landssjúkrahúsinum. Tey bæði fingu tvey børn. Dótturin eitur Julia, hon er gift við Randal Nybo av Viðareiði. Tey búgva í húsunum, sum foreldrini lótu byggja.

Barnaheimið hjá Jóhannesi var í Geilini. Tað var tætt ímillum húsini í Geilini og hjá okkum í Beitinum. Bara Beitisvegurin var ímillum, og Petur Jákup, eldri beiggi mín, og Jóhannes, sum vóru javngamlir, gjørdust vinmenn, og hann var dag og dagliga inni hjá okkum.Í 1960 fluttu Anna og Emil úr Geilini og í nýbygd hús uppi á Gadd. Tá var Jóhannes 15?16 ára gamal og systirin eini trý ár yngri.

Jóhannes fór heilt tíðliga til skips. Hann var nógv við norskum línubátum tey fyrru árini, og seinni, tá Kjartan Joensen fekk fyrra Hviltenni og so henda, sum hann nú hevur, var Jóhannes nógv við honum. Sum í øllum øðrum lutum var hann eisini trúfastur á sínum arbeiðsplássi. Hann var framúr raskur, hann spardi seg ikki, og tað lá væl fyri hjá honum at arbeiða. Okkurt skiftið var hann heima, og tá róði hann út. Hann var vaksin upp í útróðrinum, sum altíð hevur havt so nógv at siga fyri leirvíkingar og fyri Leirvíkina. Sum aðrir dreingir var hann uppií, frá tí at hann var so frægur, og hann mundi kenna seg mitt í lívinum, sum hann var runnin av, og sum hann helt so nógv av, tá hann róði út við Sjúrði Eliasen, ið fyrst dreiv Matildu og síðani Morid, sum hann hevði keypt.

Í 1989 var Jóhannes raktur av álvarsomum striki, heilsan fór at bila, og hann vann seg ikki aftur. Hann gramdi seg ongantíð, men tað var sjónligt, at arbeiðsevnini viknaðu, og førleikin at gera dagsins gerning, sum Jóhannes altíð hevði gjørt, var ikki, sum hann hevði verið. Hann treiskaðist og royndi at vera burturi, men tað bar ikki til, og so arbeiddi hann á flakavirkinum so leingi, sum orkan var til tað. Tað mundi meiri vera hugurin enn orkan, sum gjørdi, at hann í fríløtunum kom í skúrarnar at taka onkran stampin.

Jóhannes fekk sær í 1966 konu úr Klaksvík. Hon eitur Eilin, dóttir Hildu og Olaf Ellingsgaard, sum í 1949 fluttu av Eiði og til Klaksvíkar at búgva. Eilin og Jóhannes fingu fýra børn. Erla, fødd í 1966, Osla, fødd í 1967, Helma, fødd í 1968, og Emil, sum er føddur í 1974. Tey bygdu nær foreldrunum hjá honum, og síðani vit fyri sekstan árum síðani fluttu niðan á Bønhúsmørk, hava vit aftur verið grannar, og fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at tað vóru góðir grannar, vit komu at búgva uppat. Vit tosaðu saman dagliga, og hóast hann ikki á nakran hátt ynskti at gerast ein almennur persónur, so var skilligt, at hann hevði skil fyri og fylgdi við í tí, sum gekk fyri seg, bæði í bygdini og í landinum, á sjógvi og landi.

Hann fór ikki víðan, men tá LÍF spældi á heimavølli, fór hann altíð niðan á Brekku, har hann stóð á sunnara enda. Hesi seinnu árini gekk tað spakuliga. Hann plagdi at fara frá húsum í góðari tíð, og so tók hann brøttu brekkuna so spakuliga eftir gomlu bygdargøtuni.

Nýggjársdag var brekkan vorðin ov tung, og nú orkaði hann ikki meiri. Sjúkan hevði fingið bilbukt við honum, og hesin raski og fermi maðurin legði árarnar inn bara 53 ára gamal. Fjørðurin var rógvin. Konan og børnini hava mist ein góðan mann og pápa, tey fimm barnabørnini ein góðan abba, vit hava mist ein trúfastan og hollan granna, og bygdin hevur mist ein av teimum, sum vaks upp, tá útróðurin og sildafiskiskapurin blómaðu aftaná kríggið, og sum tók sín part av stríðnum og reiðiliga tað, frá tí at hann legði til brots sum heilt ungur, og til sjúkan gjørdi enda á honum.

Vit lýsa frið yvir minnið um Jóhannes í Geilini í Leirvík.