Til minnis um John hjá sterka Jakku

Tann 5. november andaðist John Joensen, 85 ára gamal.

Hann var um nakar ímyndin av eldra ættarliðnum av fiskimonnum, sum hevur lagt grundarlagið fyri okkara samfelag. 


John var sonur Malvinu, f. Steffensen, ættað úr Árnafirði og Jakku Joensen á Geilini í Klaksvík. Hann var eisini kallaður sterki Jakku, og hetta var ikki av ongum. Tað eru nógvar frásagnir um hansara styrki 


Tey vóru níggju systkin, sjey brøður og tvær systrar. John var tann fimti í røðini. Av hesum sjey brøðrum gjørdust allir sjómenn uttan tann elsti, tann nú 92 ára gamli Jógvan Gerðalíð, sum gjørdist bóndi. Onnur systirin Solborg giftist eisini við einum sjómanni, John Joensen, á Geilagarði úr Lorvík. Sterki Jakku balaðist eisini á sjónum til hann tók við festinum eftir pápan 40 ára gamal. Nú eru trý farin av hesum systkjum Absalon, John og Erland, farin.

Tað er eingin ivi um, at hetta hevur verið eitt valaheim, so væl sum tað kom burtur úr hjá øllum teirra. Tey lærdu at arbeiða frá barni av. Sum Jógvan segði í eini frásøgn í Miðvikuni í 2007:

“Vit veltu epli, høvdu kúgv, skóru torv, áttu leypar av øllum sløgum, fýramannafar, línutrog, tráðu, skrubbustingara, øðudregg, øðuklógv, jarnbrot, eyrhøggara, spakar, hakar, kvísl, gróthamrar og grótbor, sum sjálvandi var til sleggju.

Vit áttu eisini ross, hestavogn, klyvjaleypar og ikki at forgloyma trillubøruna, har hon kundi brúkast. Við trillubørini sluppu vit frá leypinum, og spardi hetta nógv uppá lendarnar, ið mangan marvaðu skinnið á hol.

Jú, vit vóru bara væl fyri, og høvdu øll nýmótans tátíðar amboð.

Var okkurt at forvinna í aðrar mátar, so sum fiskaarbeiði ella annað, lógu vit altíð framvið, børn sum vaksin. So vit vóru ómetaliga væl fyri.”

Hetta vóru umstøður sum gjørdu dreingir til menn og gentur til konubrot.

Tey búðu við Borðoyavík, og her var teirra lív eisini. Tað var farið á flot, tá ið flotandi var. Her settu tey skrubbulínu, stungu fliður til agn, og slíkt sum hoyrdi slíkum lívi til.


Rýmdi úr skúlanum og gjørdist av fremstu trolmonnum


Tá ið dreingirnir vuksu til, fóru teir flestu til skips. Hetta dámdi ikki mammuni. Hon royndi at fáa onkran teirra at fara víðari í skúla. John byrjaði eisini í millumskúlanum 12 ára gamal. Hetta tímdi hann ikki, og hann fór úr skúlanum, tá hann kundi 14 ára gamal.

Fyrstu tíðina fekst hann við fyrifallandi arbeiði, og eisini arbeiddi hann hjá pápanum, sum hevði sandbát.

John fór til skips til Grønlnads í 1940 við skonnartini Liljuni. Einasti túrur Jógvan, beiggin, sigldi við fiski var eisini við Liljuni í 1943, tá ið hann var niðri við og seldi.

Aftaná fór John við fyrsta Skálaberg á ísfiskaveiðu saman við Mortan og soninum Kaj Johannesen. John kom tískil at sigla undir øllum krígnum. Men teir sluppu undan vandum.

John var í 1946 eystanfyri við trolaranum Urd, har Mortan var skipari. Mortan sat saman við millum øðrum John og skaffaðaði, tá ið hann small niður við heilabløðing og doyði stutt eftir.

John kom at gerast ein av okkara royndastu trolaramonnum. Hann gjørdist navigatørur og kom at sigla á brúnni sum skipari og stýrimaður.


Fór at sigla við Hans Paula


Aftaná kríggið var John skipari á Silver Spray. Síðan fór hann sum stýrimaður við trolaranum Nólsoyar Páll, sum tó skjótt fór úr flotanum aftur. Aftaná var John stýrimaður við Hans Paula Johannesen við Jóannes Patursson fyrrapartin í 50-unum. Hetta var ikki hissini kjansur. Bóndin, sum hann eisini varð kallaður, var flaggskipið í flotanum. Trolarin var stórur og hevði oljufýrng, sum var eitt ómetaligt framstig í mun til kolfýrdu trolararnar. Teir høvdu ekkolodd við pappírsútskrift, og so fingu teir eisini radara. Uppihaldsrúmini vóru eisini nógv betri enn á øðrum trolarum. Hetta var alt óhoyrt luksus, og tað var ein rættulig álitisváttan hjá so ungum manni at sleppa á brúnna á einum slíkum fari.

Í 1959 fekk John eitt annað álitisstarv. Tá lat landsstýrið tríggjar trolarar byggja í Portugal. John var biðin at vera umsjónarmaður við byggingina. Hann og Daisy búðu tá eitt hálvt ár í Portugal. Hon kom eisini at navngeva tann fyrsta av hesum trolarunum, Leivur Øssurson. John kom eisini at føra hann fyrstu árini.

Tann næsti var Ólavur Halgi, men John kom so seinni at føra tann seinasta, Vágbingur, fram til umleið 1964.

Um hesar trolarar kann sigast, at teir vóru eitt nýbrot. Men hesi vóru eisini orsøkin til, at tað ikki gekk so væl. Teir høvdu elektrisk spøl, sum ikki riggaðu ov væl. Eisini høvdu teir dieselmaskinu, sum gjørdi meira gang enn trolarar við dampmaskinu, og tí fiskaðu teir minni á grunnum vatni.

John fekk eisini roynt nótaveiðu, nevniliga við Boðanes og Sólborg. Hann var eisini á rækjuveiðu millum annað við Svalbard.

John fór seinni saman við Benni beiggja sínum við hekkutrolaranum Sjúrðarberg, seinni Enniberg.

John førdi eisini ísfiskatrolarar undir Føroyum. Hann førdi Mýling og eisini Cuba-trolarar.


Upp á land


Seinnu árini arbeiddi hann eitt skifti á nótavirkinum Vónini i Havn. Hetta var eitt øki, har hann var serfrøðingur. Eitt skifti var hann eisini vaktarmaður á skipasmiðjuni. Hansara sjólív endaði við Thorshavn hjá Ríkisumboðnum. Hetta var fittligt sjólív í mun til tað, sum hann annars hevði verið vanur við.

Tey sum kenna John, og teir sum hann hevur siglt saman við, bera honum, at hann var ein framúr álitismaður og góður at vera saman við. Men háva gjørdi hann ongan burtur úr sær. Hann var eins róligur umborð sum í landi. Sterkur var hann sum nakar. Orkaði spælið ikki, setti John eisini á, og tá loysnaði.

John giftist í 1953 við Daisy, sum er ættað úr Hvalba. Hon var komin til Havnar at arbeiða í handlinum hjá Katrinu Christinsen í Havn, og hann gekk uppá skúla. Soleiðis komu tey saman. Daisy hevur verið John ein góð kona. Hon hevur eisini havt sínar royndir sum sjómannakona við manni, sum var nógv burtur, og væl hevur riggað.

Í fyrsta umfari búsettust tey í Klaksvík, men í 1961 komu tey til Havnar, har tey búsettust á Frælsinum. Men røturnar norður eftir fornoktaðu seg ikki. Klaksvíkin og Borðoyavík høvdu hansara stóra áhuga, og hann vitjaði javnan norður aftur, og fór eisini á flot tá ið høvi beyðst.

John hevur havt tað gott til í summar. Tað var altíð hugnaligt at hitta hann og Daisy. Altíð var hann við tí góða orðinum, soleiðis var hansara lyndi.


Børnini eru Joan, sum býr í Klaksvík, og Viggo og May, sum búgva í Danmark. Abbabørnini eru 10 í tali, og nú eru eisini komnir tveir langabbasynir.

John var ein av okkara røttu havsins synum. Vit eru mong sum minnast hann við virðing.


ó.