Knút lærdi til prentara á Landsprentsmiðjuni í Havn. Hann arbeiddi sum prentari bæði í Føroyum og eitt skifti á stórari prentsmiðju í Danmark.
Umframt at arbeiða sum prentari í Gamla Bókahandli, arbeiddi hann eisini á fleiri av tíðindabløðunum, sum høvdu sína egnu prentsmiðju. Eitt skifti hevði hann sína egnu prentsmiðju heima.
Knúd gekk høgt upp í sít fak sum prentari, og var hann í fleiri ár formaður í Føroya Prentarafelag. Hann var fakfelagsmaður og dugdi sera væl at samráðast og fáa góðar sáttmálar fyri felagið.
Hann fylgdi væl við í tí sum fyrifórst í samfelagnum. Hann hevði sínar avgjørdu meiningar og dugdi sera væl at grundgeva fyri teimum og leggja síni sjónarmið fram.
Knúd var góður ítróttarmaður. Hann spældi borðtennis í felagnum Roynd, og hann var vinstri bakverjii í HB í mong ár. Hann byrjaði á dreingjaliðnum í 1956, og hann kom á fremsta liðið í 1963. Har spældi hann í 1963, 1964 og fyrra helmingin av 1965. Øll hesi árini vann HB FM heitið. Eftir at hann hevði verið burturi frá fótbólti í nøkur ár, var Knút aftur á besta HB liðnum í 1970.
Hann umboðaði tríggjar ferðir Føroyar á landsliðnum. Fyrsta dystin spældi
hann í 1964, tá ið hann 19. juli var við móti Íslandi B í Gundadali. Í 1970
spældi hann báðar dystirnar á útivølli. Teir vóru móti Orknoyum og Hetlandi.
Hann var limur í Havnar Klubba, og var hann ein av dugnaligu billard-spælarunum har og luttók í fleiri kappingum.
Foreldrini hjá Knúd vóru Oluffa, f. Poulsen, av Eiði, og Ejler Thorsvig, sum var dani. Knúd var yngstur av systkjunum, hini eru: Poul Erik, sum býr í Danmark, og Solveig Arge, sum býr í Havn.
Knúd var giftur Maritu, dóttir Tullu og Åge Dahl, urmakara í Havn. Marita og Knúd fingu dóttrina Anniku, sum er gift Eyðuni, ið eisini hevur fingið sær eftirnavnið Thorsvig. Knúd var sera góður við familjuna og gekk høgt upp í síni abbabørn.
Seinasta arbeiðsplássi hjá Knúd var á Sosalinum á Argjum, har hann koyrdi stóru rotatiónspressuna. Hann arbeiddi á Sosialinum í fleiri umførum, har hann fyrst og fremst var á prentsmiðjuni, men hann tók eisini eina hond í við umbróting og reproviðgerð í blaðhúsinum. Øll vistu hvar man hevði Knúd. Altíð fryntligur, altíð trúgvur og gjørdi sítt arbeiði til fulnar. Hann var eisini ein góður starvsfelagi, tí hann var sosialur og góður at tosa og
vera saman við. Hann gørdi sítt til at fáa lív og ró í eitt annars stressað
arbeiðspláss. Øll starvsfólk vóru góð við Knút. Saknur er í honum.
Friður veri við minninum um Knúd Thorsvig.
-red