Til minnis um Nancy Werning

F. 3 mai 1937 d. 3 mars 2006

Bert ein mánaða eftir at hava fylgt Teddy, komu boðini um at Nancy var farin. Hesaferð komu boðini sera óvart, tí hon var so frísk og ferðug. Tá ein møtti henni, var tað altíð við einum smíli og einum góðum og upplyftandi orði. Tá ið Henry og hon vóru í bili, og tað ikki lá fyri at heilsast munnliga, ja so syrgdi hon altíð fyri at fáa kontakt við at veitra. Hesin, hennara háttur at vera uppá, hevði eitt stórt árin á meg, tí hann minti meg á týðningin av at vit koma hvør øðrum við í gerandisdegnum, og ikki bert súsa avstað í øllum meldrinum, sum eyðkennir okkara tíð.


Nancy var trúgvandi, og var tað í tí sambandinum eg kendi hana best. Hennara andaligu røtur vóru í hvítusunnusamkomuni, men hon hevði altíð eitt vist tilknýti til okkum í brøðrasamkomuni á Tvøroyri.

Eitt skifti, tað man hava verið seinast í 60-unum, og nakað inn í 70-ini minnist meg rætt, var hon sunnudagsskúlalærari hjá okkum, saman við Teddy. Tað sum serliga hevur fest seg í minnið frá tí tíðini, er tá hon segði okkum frá líðingum Jesusar og krossfestingini, hvussu hon hevði ilt við at goyma tær eymu kenslur hon hevði í samband við offurdeyða Jesusar í okkara stað, og vit sóu hvussu fyrst eyguni vættust av tárum, og síðani hoyrdist tað eisini á røddini. Á hendan hátt untist tað Nancy, at leggja ein týðningarmiklan part av tí andaligu barlast í okkara lítla lívsfar, sum vit børn høvdu so nógv brúk fyri, til ferðina um lívsins hav.


Tey seinnu árini, eftir at hennara egna samkoma gavst við sínum virksemi á Tvøroyri, savnaðist Nancy regluliga við okkum, og vóru vit sera glað fyri hettar, tí hon hevði so nógv at geva. Tá hon tók orðið, varð tað eins og ein bleiv lyftur upp á hægri grund, tí tað sást og hoyrdist skilliga at hon var betikin av Jesusi, og soleiðis komu vit nú í manndómsárum at uppliva tað sama, sum vit sum børn upplivdu í sunnudagsskúlanum, um enn á ein nakað øðrvísi hátt.


Saknurin kennist stórur hjá okkum í Salem nú stólarnir hjá Teddy og Nancy standa tómir,tí tey bæði fyltu so nógv. Men Harrin er hin sami, og er mentur at føra verk sítt víðari.


Góði Henry, børn, svigarbørn, barnabørn, og familja, Harrin styrki og troysti tykkum í komandi tíðum.


Æra verið minnið um Nancy og Teddy



Per.