Til minnis um Onnu Hansen í Norðragøtu

Tað tynnist í skaranum av Gøtufólki, sum eg sjálvur minnist sum ímynd av bygdini. Nýggjársdag fór Johan á Fløtti til gravar, og leygardagin 12. januar andaðist Anna hjá Grækaris. Hon var eitt av mínum tilknýtum til mína tíð sum gøtumaður. Upprunaliga búðu vit í sama túni í gomlu Norðragøtu.

Tað var altíð ein frægd at hitta Onnu, so fitt og skilagóð hon var. Seinast var hetta á hennara 92 ára føðingardegi í august.


Anna var dóttir Fredrikku, ættað úr Funningsfirði og Óla Jákup Zachariassen, í Jákupsstovu.



Anna gekk - sum fleiri ættarlið av gøtufólki - í skúla hjá ”gamlalærara” Símun Paula í Konoy. Afturat honum var Jákup Simonsen, sum seinni gjørdist versonur Símun Paula. Anna og hennara javnaldrar gingu í "gamla skúla", har tey fingu ta mentan, sum serliga Símun Pauli stóð fyri. Hann var ein lærari, sum skapti sær respekt og virðing millum næmingarnar.


Í gamla skúla var sera trongt við bert einari skúlastovu. Anna greiddi frá, at við tey borðini, sum vóru ætlað trimum næmingum, máttu fýra sita. Hetta merkti, at tørvur var fyri borðplássi. Tí mátti ein av teimum fýra næmingum upp í vindeygakarmin at skriva! Tey máttu eisini skiftivís ganga í skúla um kvøldarnar.

Tá var ofta bølamyrkt at ganga millum Norðragøtu og Gøtugjógv á vetri. Men onkur loysn var fyri tí. Næmingarnir fingu skorið botnin úr eini fløsku. Eitt kertuljós varð sett í botnin, sum so aftur varð settur í fløskuna. Og hetta hjálptust tey við. Hóast trongar umstøður kom væl burtur úr frálæruni hjá Konoy og hinum lærarunum í Gøtu.



Anna mintist eisini, tá hon sum smágenta fyrstu ferð var í Havn, og hetta var sanniliga ikki ein sjálvfylgja hjá børnum tá í tíðini. Hetta var, meðan hospitalið í Havn varð bygt. Teir fingu sandin til stoypingina úr Norðragøtu. Hann varð fyltur upp í sekkir, og síðani vórðu sekkirnir førdir til Havnar við "Brynhild", sum var ein motorbátur hjá handilsmanninum Tummas Jakku á Geilabø. Og so ein dagin sleppur Anna saman við øðrum børnum til Havnar við ”Brynhild”. Hetta var dagur í viku!


Tá ið Anna er 14 ár, verður hon konfirmerað. Hetta hendi norðuri við Gjógv, har júst nýggj kirkja var bygd.

Aftaná var at fara út at tæna. Anna fór til Fuglafjarðar til Onnu og Jákup Haraldsen. Jákup var reiðari við nógvum virksemi, so her var talan um eitt valahús, har tað eisini var nóg mikið at gera.


Meslingagrindin


Anna kom aftur til Gøtu í 1935, og hetta var tað árið, tá ið meslingagrindin var í Gøtu. Hetta komu tey í Jákupsstovu at merkja av álvara.


Anna og Olea, systir hennara, fingu ringar meslingar, sum kundi vera hættislig sjúka hjá vaksnum fólki. Tær vóru tá 20 og 22 ára gamlar. Anna hóraði við neyð og deyð undan, meðan Olea doyði. Ein triðja systir, Tomasia, sum tá var 18 ár, gjørdist eisini sjúk. Men hjá henni gjørdist sjúkan ikki so hættislig.


Anna mintist væl hendan vanlukkudagin 29. november í 1935. Hon hevði ætlað sær at fara at skjóta harur saman við systkinabørnunum Jógvan Martin og Marsannu á Kletti. Men mamman helt ikki, at hetta var nakað fyri konufólk at fáast við, so tær slerdu av. Men sama morgun eru grindaboð, og tá varð alt við haruskjótingini gloymt.


Ein rúgva av fólki ymsa staðni frá kom til bygdina í sambandi við grindina, so líkindini fyri, at ein smitta kundi breiða seg, var av teimum bestu. Olea arbeiddi í “pakkhúsinum”, tí gamla handlinum í Norðragøtu, og Anna varð boðsend at hjálpa til, tí so nógv var at gera vegna alt fólkið, sum var komið í bygdina. Tí hava tær verið serliga útsettar.


Tær báðar løgdust sjúkar leygarmorgunin tann 7. desember. Fyrst fingu tær fepur, sum fall aftur sunnumorgunin, tá tær vóru mestsum fepurfríar. Men út á dagin fer fepurin at økjast í stórum, og Anna mintist, hvussu hon merki, at fepurin reyk upp, og kom heilt upp á 41,3, meðan Olea fekk enn meiri fepur og kom upp á heili 41,7 stig. Hósdagin eftir doyr Olea, og foreldrini fingu at vita frá læknanum, at Anna fór ikki at klára náttina. Fyri at verja Onnu mátti hon heldur ikki fáa at vita, at systirin var deyð. Tá ið Olea fór til gravar varð tískil ikki ringt við kirkjuklokkuni fyri at Anna ikki skuldi fáa varhugan av, hvør ið mundi fara til gravar.


Tað stóð um lív nógva aðra staðni eisini, og tað vóru fleiri, sum doyði, bæði í Gøtu og aðrastaðni við. Tað, sum ráddi um, var at skýggja og at sleppa sær undan smittuvanda. Foreldrini Óla Jákup og Frederikka fóru í karantenu inni í Kongsbø, og tey kundu ikki fylgja dóttrini til gravar.

Tey høvdu alla grund til at ræðast meslingarnar. Fredrikka hevði í 1916 mist tvey systkin av hesi sjúku, og var hetta eisini ein dramatisk søga um, hvussu beiggin smittaði systrina.


Giftist við Grækaris


Anna giftist í 1939 við Grækaris, son Elisabeth f. Gregersen og Tummas Hans Hansen úr Norðagøtu. Hann hevði annars verið trúlovaður við Oleu og giftist nú við systrini.


Grækaris var ein rættiligur fiskimaður, sum var á sjónum stóran part av sínum virkna lívi. Hann var føddur í 1906. Hann fór til skips í 1921 við "Only Sister", har hann var við í fleiri ár.


Hann tók stýrimansprógv í 1934, og var síðani bestimaður við fleiri skipum. Men í 1937 fór hann við "Kyrjasteini", sum Jákup Haraldsen hevði latið byggja í Korsør. Grækaris var bestimaður fyrstu árini, men í 1940 gjørdist hann skipari, og tað var hann til 1947. Hann kom tískil at sigla undir øllum krígnum, og hann var bert ein túr heima alla hesa tíð. Men hetta gekk væl uttan stórvegis óhapp av krígsávum.


Men hjá Onnu var tað tó ein ampi at hava mannin á sjónum hesa tíð. Afturat hesum kom tann støðugi óttin fyri minum í Norðragøtu. Hesin óttin var heldur ikki ógrundaður, tí minur brustu í báðum Gøtunum.


Grækaris sigldi meira og minni fram til 1973, so Anna hevur verið fiskimannakona so tað forslær. Hann doyði í 1979.

Anna og Grækaris fingu seks børn. Tey høvdu ta sorg at missa trý teirra sum smá. Men børnini, sum komu til, eru Olea, Finnbogi og Tróndur, sum øll hava familju.


Anna var eitt skilafólk


Anna var eitt stak skilafólk. Var ein spurningur um eitt hvørt, so var bert at spyrja Onnu og hon visti tað sum var at vita. Hon gav til dømis eisini sítt íkast, tá FF-blaðið kundi seta umrøddu meslingasøgu uppá prent. Hon átti eisini myndir frá hesi grind.


Tað var ein serligur hugni at koma inn til Onnu. Seinnu árini búði hon hjá dóttrini Oleu og versoninum Áslakki. Anna var so positiv og fitt at koma inn til, og tað var so lívsjáttandi at fáa eitt prát við hana og við húsfólkini annars. Hon var eisini serliga ættarkær og visti nógv um ætt. Tað var heldur ikki sørt, at vit vóru í ætt. Langomman var nevniliga úr Tjørnustovu.

Anna fekk eitt langt og gott lív. Vit eru mong, sum koma at minnast hana við takksemi.


ó.