Til minnis um Tórálvur Stenberg

ættaður úr Saltnesi búsitandi á Argjum

Dagin fyri Mortansmessu
fór tú heim til himnahøll
har vit hittast aftur øll
 
Mong spor tú eigur inni í Vikan
uppi í hamri millum klettarnar
situr hugtungur fuglur, hví kúrur tú
tí sonur av Saltnesi
er ikki millum okkum meir
 
Lívið er eins og blóman á markini
prýðir haga og bø og hvørvur
 
Røddin »Kom so AB« nú er tagnað
Felagið títt hjartabarn var
Tína eldsál - vit aldrin gloyma.
 
Hvíl í fri góði Tórálvur
Guðs einglavakt verði hjá tær
ærað veri minni títt.
 
Steinbjørn Viggosson Olsen_