Til reiðar at taka eitt tørn afturat

Um ársskiftið skulu limirnir í Føroya Fiskimannafelag velja formann av nýggjum og tað er longu nú greitt, at sitandi formaðurin, Jan Højgaard, ætlar at taka eitt skeið afturat

Jan Højgaard er til reiðar at halda fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag í eitt trý ára skeið afturat.

Tað staðfestir hann fyri Sosialinum í dag.

Um ársskiftið skal val aftur vera til starvið sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Hvørt valskeið er trý ár og sitandi formaðurin sigur, at hann er til reiðar at taka eitt tørn afturat.

Sostatt váttar hann, at hann bjóðar seg fram sum valevnið til formanssessin í Føroya Fiskimannafelag, nú uppstillingin verður í heyst til.

Hann sigur, at hann hevur longu fingið nóg mikið av stillarum til at lata seg stilla upp og tað hevur hann tikið avgerð um at gera.

Fyri at vera valevnið til formmansvalið, skal eitt valevni hava minst fimm stillarar og Jan Højgard sigur, at hann hevur langt síðani fingið neyðugu stillararnar.

Hann sigur, at ein stillari kann vera ein skipsmanning ella ein sýsla.

Valskeiðið hjá nýggja formanninum byrjar 1. februar.

Vit hava ikki frætt um at nakar ætlar at stilla upp ímóti Jan Højgaard.

Tað hevur annars ljóðað, at arbeitt hevur verið fyri at fáa fyrrverandi formannin, Óla Jacobsen, at stilla upp aftur ímóti Jan Højgaard.

Men tað verður ikki, tí Óli Jacobsen sigur, at hann fer ikki at stilla upp.

- Eg eri 66 ára gamalur, so mín tíð er farin, sigur Óli Jacobsen.

Men hann legur afturat, at hann vil fegin stuðla onkrum øðrum, sum ætlar at stilla upp ímóti Jan Højgaard.